icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður: Semja skal gerast í hesum árinum, um hvussu samferðslukervið skal fíggjast

Helgi Abrahamsen

“Vit fara í hesum árinum at gera eina politiskari semju um, hvussu samferðslukervið skal fíggjast framyvir, og málið er, at øll øki í landinum skulu verða javnsett.” Tað var boðskapurin, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevði at bera umboðum fyri veljaraføløgini og borgarstjórum úr Norðoyggjum og Vágum á fundi í Tinganesi í dag.

Løgmaður vísti á, at sambært løgfrøðiligu fatanini í Tinganesi, so siga lógirnar um undrisjóvartunlarnar ikki, at bummgjaldið skal burtur nú, men harvið er ikki sagt, at lógin ikki kann broytast.

Ymiskar meiningar eru um, hvat varð avtalað, tá tunlarnir vórðu gjørdir, og Aksel V. Jóhannesen heldur tað vera óheppið, at tað sum varð avtalað ikki bleiv skrivað beinleiðis í lógina.

“Tá ein avtala verður gjørd sum skal galda í 15 ár, so átti hon at verið skrivað inn í lógina,” segði hann.

Ymisk áhugamál

Løgmaður vísti á fundinum eisini á, at politisku áhugamálini eru stór og ymisk, tá tað kemur til spurningin um, hvussu samferðslan í Føroyum skal rindast.

“Vit hava fyrr uppliva, at tá onkur hevur skotið upp at tað skal vera ókeypis at koyra, so hevur onkur annar skotið upp at tað eisini skal vera ókeypis at sigla,” segði hann.

“Vit hava tí valt ikki at broyta lógina nú, soleiðis at hon fer úr gildi í desember, men vit fara at arbeiða við eini semju um samferðsluna í síni heild,” segði løgmaður.

At enda segði løgmaður, at tá Henrik Old í dag skuldi á fund við annað tunnilsfelagið, so fór hann ikki har at boða frá, at tað skal verða ókeypis at koyra í desember, men hann fór at siga, at ein loysn skal finnast áðrenn desember.