Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður sett Vestergaard frá

John William Joensen

Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Jacob Vestergaard úr embætinum sum landsstýrismaður í Innlendismálum

Avgerðin er grundað á málið um setanina av skiparum á strandfaraskipum landsins, har landsstýrismaðurin er farin út um sømiligar politiskar karmar í síni handfaring av málinum.

Løgmaður Jóannes Eidesgaard sigur:
“Politiskt kann eg ikki liva við, at ein landsstýrismaður leggur seg út í detailstýringina av einum landsstovni og hvussu stjórin skal reka stovnin.”

Fyribils verða Innlendismál røkt av landsstýrismanninum í vinnumálum.