Hví hevur løgmaður ikki upplýst fyri Løgtingi og almenninginum, at hann luttók einsamallur á fundi við umboð fyri CIP 27. juni 2013, ið er sami dagur sum avtala varð gjørd um millióna-endurgjald til CIP ?
Skrivligur fyrispurningur
til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann
um embætisførslu løgmans og fund millum løgmann og CIP
1. Hví hevur løgmaður ikki upplýst fyri Løgtingi og almenninginum, at hann luttók einsamallur á fundi við umboð fyri CIP 27. juni 2013, ið er sami dagur sum avtala varð gjørd um millióna-endurgjald til CIP ?
2. Hvat varð avtalað á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP á fundinum 27. juni ?
3. Hví hevði løgmaður fund við umboð fyri CIP, uttan at táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum luttók ?
4. Luttók nakar annar, eitt nú embætisfólk, á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP ?
5. Fyriliggur nøkur fundarfrágreiðing frá fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP, og frá eftirfylgjandi fundinum millum løgmann, CIP og Innlendismálaráðið, 27. juni ? Um ikki, hví ?
6. Hvør munnlig og/ella skrivlig avtala varð gjørd millum landsstýrið og CIP á teimum fundum, ið løgmaður hevði innkallað til 27. juni ?
7. Gav løgmaður munnligt samtykki til, at endurgjaldsavtala varð gjørd við CIP, áðrenn endurgjaldsavtalan varð undirskrivað ?
8. Hvørja lógarheimild hevði landsstýrið til, at gera endurgjaldsavtalu við CIP ?
9. Hvørjar treytir hevur CIP sett fyri, at landsstýrið útsetir útgjaldið av millióna-endurgjaldinum til CIP ?
10. Finst nakað fordømi, har landsstýrið hevur gjørt ”break-fee” endurgjaldsavtalur í samband við verkætlanir hjá landinum ?
11. Fer landsstýrið at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP ?
12. Arbeiðir landsstýrið framhaldandi við tunnilsloysn, ið CIP skal verða partur av ?
13. Viðurkennir løgmaður, at hann hevur givið Løgtinginum villleiðandi upplýsingar, tá hann í Løgtingum upplýstið, at hann ikki var partur av nakrari avtalu við CIP ?
14. Hví varð Løgtingið ikki upplýst um endurgjaldsavtaluna við CIP, tá málið varð lagt fyri Løgtingið og undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi ?
15. Hvønn dag varð løgmaður kunnaður um, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu gjørt upprit (dagfest 4. juli) við lemjandi atfinningum at lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri á Løgtingi 1. august?
16. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at onki varð upplýst um viðkomandi atfinningar frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum í lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri Løgtingið ?
17. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at týðandi upplýsingar um kostnaðin av privatari tunnilsloysn í mun til almenna tunnilsloysn vórðu duldar fyri Løgtinginum, tá spurt varð um málið í skrivligum fyrispurningi ?
18. Hví trýr løgmaður ikki upplýsingum frá fakfólkum, eitt nú á Gjaldstovu Føroya og hjá Landsverki, í málinum um Skálafjarðatunnilin?
19. Metir løgmaður, at tað er rætt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara viðkomandi spurningum frá fjølmiðlunum um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin ?
20. Hvussu samsvarar embætisførsla løgmans í málinum um Skálafjarðatunnilin við §5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna og §33 í Stýrisskipanarlógini ?
Viðmerkingar
Í lóg um ábyrgd landsstýrismanna verður ásett í §5:
”Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsgingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.”
Eisini verður í Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3 ásett:
”Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt”.
Samstundis er greitt, at løgmaður hevur í Løgtinginum upplýst, at hann ongantíð hevði gjørt nakra avtalu við CIP (Copenhagen Infrastructure Partners), ikki var partur av nakrari avtalu við CIP, og at hann heldur ikki kundi funnið uppá at verið partur av avtalu við CIP.
Tað hevur tó seinni víst seg, at løgmaður hevur innkallað til fundin, tá samráðst varð um endurgjaldið til CIP, og harvið var týðandi partur av endurgjaldsavtaluni við CIP. Hetta er samstundis ein endurgjaldsavtala, ið varð gjørd uttan lógarheimild.
Ongin lógarheimild til sáttmála og endurgjald
Tí tann lógarheimild, ið víst verður til sum møgulig heilmild, fór úr gildi í 2011, tá landsstýrið fráboðaði alment, at landsstýrið hevur slept ætlanini at gera privatan Skálafjarðatunnil, og fór heldur undir at arbeiða við almennari loysn.
Í gomlu lógini um einkarrætt í løgtingslóg nr. 161/2009 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (við broytingum við lóg 126/2010), verður í §2 heimilað landsstýrismanninum: “at lata P/F Skálafjarðartunlinum ein tíðaravmarkaðan einkarætt til fyri egna rokning og váða at byggja, reka og fíggja ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tunnilin skal knýta Suðurstreymoy saman við suður Eysturoy.
Stk. 2. Einkarætturin skal verða latin P/F Skálafjarðartunlinum í seinasta lagi tann 1. august 2011.
Stk. 3. Um landsstýrismaðurin ikki nýtir heimildina at geva P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin áðrenn tann 1. august 2011, fellur heimildin burtur, uttan so at landsstýrismaðurin í staðin ger av at bjóða út einkarættin í fríari kapping, við tí endamáli at geva øðrum einkarættin. Um so er, verður landsstýrismanninum heimilað at gera ein sáttmála um einkarætt við tann, sum út frá einari samlaðari meting má metast at hava givið besta tilboðið.”
Í viðmerkingini í lógini til §3, stk. 3 verður ásett hvussu §3, stk. 3 skal skiljast:
“Stk. 3. Eyðnast tað ikki at gera eina loyvisavtalu innan 1. august 2011, so fellur einkarætturin burtur, um landsstýrið ikki í staðin velur at bjóða einkarættin út í fríari kapping fyri at kunna geva einum øðrum loyvishavara einkarættin. Í einum slíkum føri verður landsstýrinum heimilað at gera eina loyvisavtalu í samsvari við treytirnar í hesi lógini við tann tilboðsgevaran, sum hevur tað samanumtikið besta fíggjarliga boðið.
Við útboð verður einans miðað eftir eini kappingarútseting. Tað er sostatt nóg mikið, at meira enn ein partur verður boðin til samrøðu við landsstýrið. Tað verður gingið út frá, at kappingarútsetingin í tíð verður samanhangandi við 1. august 2011. Tað snýr seg sostatt ikki um eina standandi heimild til landsstýrið, sum kann verða brúkt uttan tíðaravmarking.”
Tvær treytir skuldu sostatt uppfyllast, um so er, at landsstýrið hevði farið í samráðingar við nýggjar íleggjarar við gomlu lógarheimildini.
1. Sáttmálin við íleggararnar skuldi vera í samsvari við treytirnar í lógini frá 2010. Nógv bendir á, at tað er verandi sáttmáli við CIP ikki. Tað er í hvørtfall ikki uttan orsøk, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt nýggja lógarbroyting fyri Løgtingið við eini røð av ásetingum um endurgjaldsskyldu í samband við fleiri viðurskifti komandi 50 árini, og frávikum frá innliti sambært fyrisitingarlógini v.m. Eisini verður í nýggju lógarbroytingini heimilað landsstýrismanninum at frátaka kommununar byggimyndugleikan. Um hetta eru treytir, ið skulu til fyri at sáttmálin við CIP skal kunnu fremjast í verki, so er sáttmálin ikki í samsvari við lógina frá 2010.
2. Tað sum kanska er enn meira álvarsamt er, at talan skuldi vera um eina útbjóðing, ið var í tíð samanhangandi við 1. august 2011. Tí talan er IKKI um eina standandi heimild til landsstýrið, og harvið eina heimild, ið IKKI kann nýtast uttan tíðaravmarking.
Sum kunnugt avgjørdið landsstýrið í 2011 at sleppa ætlanini at gera privatan tunnil, og boðaði táverandi landsstýrismaður alment frá, at ætlanin í staðin var at gera almennan tunnil. Eftir hetta varð løgtingsval og nýtt landsstýri og løgting hartil valt.
Harvið má lógarheimildin í lógini frá 2010 sigast at verða farin úr gildi.
Hóast hetta, so valdi samgongan at geva landsstýrismanninum á fíggjarlógini fyri 2013 heilar 6 mió. kr. til at fyrireika útbjóðing av tunnlinum í 2013. Men hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin kundi undirskriva ein endaligan sáttmála áðrenn dagført lógaruppskot við neyðugu materiellu heimildini varð viðgjørd og samtykt á Løgtingi. Nakað, ið fleiri samgongutingfólk, væntaðu fór at verða gjørt.
Hyggja vit nærri at viðmerkingunum til játtanina á fíggjarlógini fyri 2013, so stendur: “Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. kr. til endamálið í 2013.”
Hetta merkir ikki, at heimild er til at undirskriva endaligan sáttmála, og tað merkir als ikki, at landsstýrið hevur nakra heimild at undirskriva endurgjaldssáttmála við CIP, ið bindur landið til millióna-endurgjald um so er, at sáttmáli ikki verður undirskrivaður áðrenn ávísa dagfesting.
Løgmaður fer sjálvur inn í málið
Hóast hetta, so ynskti fyrrverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) 27. juni 2013. Við hesi avtalu, skuldi CIP fáa einkarrætt at gera og reka Skálafjarðatunnilin.
Men tá tað í juni gjørdist greitt, at lógarheimildin helst var farin úr gildi, og fleiri løgfrøðingar vístu á, at landsstýrið tí ikki hevði heimild at undirskriva avtaluna, valdi løgmaður at leggja lóg um einkarrætt at gera Skálafjarðatunnilin fyri Løgtingið. Samstundis valdi løgmaður at fara persónliga inn í málsviðgerðina av málinum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevur upplýst, at stóð tað til hansara, varð avtalan millum CIP og landsstýrið undirskrivað 27. juni, men løgmaður kravdi at lógin um einkarrætt varð løgd fyri Løgtingið.
Umvegis Kringvarp Føroya hevur síðan verið at frætt, at løgmaður sjálvur hevði fund við umboð fyri CIP 27. juni, og eisini hevur løgmaður upplýst, at hann sama dag sjálvur kallaði Innlendismálaráðið á fund, har bæði CIP og løgmaður luttóku.
Løgmaður hevur hartil eisini alment upplýst, at á fundinum vóru samráðingar um, hvussu stórt endurgjaldið til CIP skuldi gerast. Endurgjaldið skuldi rindast CIP um so varð, at avtala millum landsstýrið og CIP ikki varð undirskrivað áðrenn 31. august 2013. Tvs. um Løgtingið ikki samtyktið lógina um einkarrætt áðrenn 31. august 2013.
Endin av øllum fundarvirkseminum 27. juni varð – sum skilst – at táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum undirskrivaði millióna-endurgjaldsavtaluna millum landsstýrið og CIP. Løgmaður setti ikki egna undirskrivt á avtaluna, men løgmaður hevur kallað til fundar, luttikið í samráðingunum og í stóran mun verið partur av avtaluni.
Sum kunnugt er ein munnlig avtala eins bindandi sum ein skrivlig avtala, og alt bendir á, at løgmaður hevur gjørt munnliga avtalu við CIP, og viðvirkað til, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum undirskrivaði skrivligu endurgjaldsavtaluna. Hetta fyri at fáa lóg um einkarrætt í Løgtingið fyrst, samstundis sum CIP skuldi standa á síðulinjuni og klárir at fara í gongd, so skjótt samgongan hevði samtykt løgtingslógina.
Løgmaður vil hava CIP at gera Skálafjarðatunnilin
Undir fyrstu viðgerð av Skálafjarðatunnilsmálinum á Løgtingi 6. august 2013, fráboðaði løgmaður á tingsins røðarapalli, at “eg havi tikið støðu fyri langari tíð síðan, og eg flyti meg ikki ein millimetur”. Henda staðfesting kom, tá løgmaður umsíðir tók orðið eftir 10 tíma viðgerð av málinum á Løgtingi. Ein viðgerð, ið heilt greitt avdúkaði, at løgtingsfólk als ikki kendu seg trygg við málið, tí nógvar upplýsingar manglaðu, samstundis sum óteljandi ósvaraðir spurningar vóru. Tingfólk vóru sum heild ørkymlað um løgna lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum. Men ikki løgmaður. Hann helt staðiliga fast í, at hann var fullvísur í, at lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum og sáttmálin við útlendska felagið CIP var besta loysnin – og einasta loysnin.
So hóast sáttmálin við CIP ikki varð undirskrivaður 27. juni, men heldur ein endurgjaldsavtala millum landsstýrið og CIP, so bendir alt á, at løgmaður ætlaði at CIP-sáttmálin skuldi undirskrivast so skjótt lógarheimildin varð samtykt og sett í gildi. Hetta hóast fakfólk og embætisfólk landsins høvdu víst, at privata loysnin fór at kosta føroyingum 3 mia. kr. meira enn eina almenn tunnilsloysn, og at privata loysnin ikki var samfelagsgagnligasta loysnin. Og hóast embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu skrivað 11 síður við lemjandi atfinningum móti lógaruppskotinum, ið landsstýrið hevði lagt fyri Løgtingið.
Ikki í samsvari við lóg um ábyrgd landsstýrismanna v.m.
Samanumtikið verður mett, at Løgmaður, í málinum um endurgjaldsavtaluna við CIP, heilt greitt hevur givið Løgtinginum villleiðandi upplýsingar, tá hann fráboðaði, at hann ikki var partur av nakrari avtalu við CIP. Eisini hevur løgmaður verið partur av endurgjaldsavtalu við CIP uttan lógarheimild. Hesi bæði eru ikki í samsvari við lóg um ábyrgd landsstýrismanna.
Men tað er ikki bert avtalan við CIP, ið ikki er í samsvari við lógir landins.
Tí løgmaður hevur tikið undir við, at tagt hevur verið “við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.” Hetta er farið fram í fleiri umførum:
1.Týðandi fíggjarligar upplýsingar frá Landsverki um veruliga kostnaðin av at lata tunnilin gera sambært sáttmála við CIP, heldur enn av tí almenna, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum.
Løgmaður boðaði alment frá, at tað helt hann vera í lagi.
2.Týðandi løgfrøðiligar og fyrisitingarligar viðmerkingar til tunnilslógaruppskotið, frá fyrisitingini hjá Innlendismálaráðnum, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum.
Løgmaður gjørdi onki fyri at gera hesar viðmerkingar almennar og onki fyri, at geva Løgtinginum innlit í hesar sum skjótast.
3.Týðandi CIP-sáttmálin, ið var grundarlagið undir einum lógaruppskoti, ið Løgtingið skal taka støðu til, hevur verið hildin loyniligur. Løgtingsfólk sleppa bert at síggja henda um hetta verður gjørt í trúnaði. Nakað, ið ger tað ómøguligt hjá løgtingsfólki at nýta upplýsingarnar í viðgerðini á Løgtingi. Hetta átti ikki verið møguligt, tá sáttmálin jú er sjálvt grundarlagið undir lógini. Eisini hesa mannagongd hevur løgmaður tikið fult undir við í fleiri umførum.
“Serfrøðingarnir kunnu siga akkurát tað teir vilja”
Undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi 6. august, staðfestið løgmaður m.a. at hann ikki trúði teimum upplýsingum, ið landsins egna ráðgeving (Landsverk) kom við, og legði løgmaður afturat, at so kundu “serfrøðingarnir siga akkurát tað teir vilja”. Hetta at seta fakkunnleikan og ráðgevingina hjá landinum til viks, til frama fyri egna persónliga sannføring, hevur víst seg at ganga aftur fleiri ferðir í hesum máli. Tí nógv fakfólk og nógvir ráðgevar hava gjørt vart við seg í hesum stórmáli, og samlaða niðurstøðan hevur verið rættiliga greið. Gerið ein almennan Skálafjarðatunnil – ikki privatan. Kann taka 3 dømi úr rúgvuni.
Landsverk – løgmaður trýr ikki upplýsingum
Landsverk hevur gjørt umfatandi útgreiningar, ið lýsa, at kostnaðurin av privatu verkætlanini helst gerst upp í 3 mia. kr. dýrari fyri føroyingar yvir eitt áramál, enn um tunnilin varð gjørdur av tí almenna. Hetta vegna munandi hægri rentu hjá privatum og krav um privat avkast. Fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgmaður hava báðir fráboðað, at teir als ikki trúgva hesum upplýsingum, og nýta hetta sum grundgeving fyri at halda upplýsingarnar duldar fyri Løgtinginum.
Gjaldstovan – løgmaður trýr ikki upplýsingum
Gjaldstova Føroya hevur gjørt greiningar, ið vísa, at ratingin av Føroyum versnar um leisturin hjá løgmanni við einum privatum Eysturoyartunli og einum almennum Sandoyartunli í senn, verður til veruleika. Hesar upplýsingar hava týdning, tí altjóða ratingin hjá Føroyum, hevur stóran týdning fyri ta rentu, ið landsstýrið skal rinda av landsins skuld, ið er um 5,5 mia. kr. í dag. Um rentan bert hækkar 0,5% av hesi upphædd, so er talan um 27,5 mió. kr. eyka í árligum rentuútreiðslum á fíggjarlóg landsins.
Viðmerkingarnar frá Gjaldstovu Føroya eru ikki tiknar til eftirtektar. Løgmaður hevur í staðin alment fráboðað, at hann ikki trýr hesum upplýsingum, og at løgmaður metir, at málið meira er ein spurningur um trúgv enn nakað annað.
Fakfólk í Innlendismálaráðnum sett til viks
Løgfrøðingar og onnur fakfólk í Innlendismálaráðnum hava hartil skrivað 11 A4-síður við eini røð av spurningum og ivamálum í samband við lógina um sáttmálan við CIP.
Longu 4. juli varð uppritið latið táverandi landsstýrismanninum í Innlendismálum. Eitt upprit við lemjandi atfinningum móti lógaruppskotinum. Ein mánað seinni – 1. august – varð lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, uttan at taka týdningarmiklastu viðmerkingarnar úr Innlendismálaráðnum til eftirtektar, og enntá uttan at kunna Løgtingið um hesar viðmerkingar.
Í sjálvum lógaruppskotinum verður fylgjandi upplýst:
“Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landið”
“Uppskotið verður ikki mett til at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur.”
“Uppskotið verður ikki mett at hava fyrisitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.”
Hetta er jú beinleiðis ósatt, og beint øvugt av tí vitan, ið landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevði fingið frá fleiri síðum, eitt nú fakfólkum í Innlendismálaráðnum.
Tá uppritið frá fakfólkunum í Innlendismálaráðnum kom alment fram hóast alt, nýtti táverandi landsstýrismaðurin sum umbering, at hann ikki hevði lisið viðmerkingarnar til fullnar. Metti tað ikki vera sína uppgávu. Í Løgtinginum hevur hann tó nú seinni staðfest, at uppritið varð gjørt, fyri at ”lata hann í”. Uttan mun til umbering, so vórðu týðandi upplýsingar duldar fyri Løgtinginum, og løgmaður hevur heldur onki gjørt fyri at Løgtingið varð kunnað um hesar.
Kendi løgmaður uppritið úr Innlendismálaráðnum?
Tá Dagur & Vika avdúkaði uppritið frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum boðaði løgmaður frá, at hann ikki kendi til uppritið. Men er hetta rætt?
Løgtingslimir, fjølmiðlar og almenningurin kendu til, at hetta upprit var til, men innlit varð noktað í vikuvís. Loyniliga uppritið og noktandi innlit vóru enntá viðgjørd á forsíðuni á einum av størstu bløðum okkara – Sosialurin.
Formaður Miðfloksins avdúkaði eisini í KVF, at løgmaður kendi væl til uppritið, og at hetta mál varð viðgjørt á fundi millum formennirnar í samgonguflokkunum nakrar vikur áðrenn avdúkingina í Degi & Viku.
Sostatt er alt sum bendir á, at løgmaður kendið til uppritið, hóast hann fráboðaði at hann ikki kendi til hetta.
Undir øllum umstøðum, so hevur táverandi landsstýrismaðurin afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum í hesum máli, og hevur løgmaður hartil als ikki røkt sína eftirlitsskyldu sambært Stýrisskipanarlógini – uttan mun til um løgmaður hevur sæð uppritið og onki gjørt, ella um hann ikki hevur kannað upplýsingarnar um hetta uppritið, ið hann visti var til.
Spurningar, ið krevja svar
Landsins leiðsla skal sjálvandi halda seg til ásetingarnar í lógum landins. Í málinum um Skálafjarðatunlinum eru fleiri viðurskifti, ið benda á, at landsins ovasta leiðsla ikki hevur hildið seg til lóg um ábyrgd landsstýrismanna og Stýrisskipanarlógina.
Fleiri munnligir spurningar eru settir løgmanni um málið á Løgtingi, men nøktandi svar eru ikki givin. Løgmaður bað um heldur at fáa spurningarnar skrivliga.
Fyri at fáa greið svar, fáa lýst embætisførslu løgmans nærri, og sum heild at fáa lýst tað, ið er farið fram í málinum, verða hesir spurningar settir løgmanni.
Á Løgtingi, 17. oktober 2013
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi




