Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður skal svara á tingi um krøvini hjá landsstýrinum til veðurlagsavtalu og um kommunubroytingarnar

John William Joensen

Nú bert tríggjar vikur eru eftir til veðurlagstoppfundin í Keypmannhavn, skal løgmaður svara fyrispurningi á tingi um, hvørt hann stendur fast við krøvini hjá landsstýrinum um, at Føroyar og føroysku veðurlagsmálini skulu verða sjónlig í eini nýggjari altjóða veðurlagsavtalu, og hvørji stig hann fer at taka, um hetta ikki verður eftirlíkað úr Danmark.

Nú mánaðir eru farnir, síðani álitið um kommunala umskipan varð handað, skal løgmaður eisini svara, hvørja støðu hann hevur til tilmælini í álitinum, og hvør ætlan er fyri at fremja broytingar.

Fyrispurningarnir skulu svarast á tingi mikudagin 18. november 2009.

——————-

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um kommunala umskipan

1. Stendur løgmaður fast við krøvini hjá landsstýrinum um, at avtala skal gerast við donsku stjórnina um leiklut Føroya í nýggjari veðurlagsavtalu, undan toppfundinum í Keypmannahavn um tríggjar vikur?

2. Stendur løgmaður fast við, at egnu veðurlagsmál Føroya skulu verða sjónlig í eini nýggjari altjóða veðurlagsavtalu?

3. Hvørji politisk stig hevur løgmaður tikið til tess at fremja krøv landsstýrisins, og hvørji politisk stig ætlar løgmaður at taka, um so er, at krøvini frá landsstýrinum ikki verða eftirlíkað?

Viðmerkingar
Landsstýriskvinnan í innlendismálum og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hava bæði vegna landsstýrið gjørt greitt á tingi og í fjølmiðlasamrøðum, at avtala skal gerast við donsku stjórnina, undan COP-15 toppfundinum í Keypmannahavn, sum byrjar 7. desember 2009. Eisini hava tey gjørt tað greitt, at tað kemur ikki uppá tal annað, enn at Føroyar og føroysku veðurlagsmálini verða sjónlig í nýggjari veðurlagsavtalu. Og skal tað eydnast, má sjálvandi avtala fyriliggja við donsku stjórnina undan toppfundinum.

Semja er gjørd um veðurlagspolitikk Føroya og neyvan er ivi um, at allir flokkar stuðla krøvunum um, at Føroyar hava egin mál í eini nýggjari veðurlagsavtalu.

Í samráð við landsstýrið setti Norðuratlantsbólkurin tí fram uppskot á Fólkatingi 6. november 2009, har roynt var at fáa undirtøku fyri hesum krøvum landsstýrisins. Tað eydnaðist tó ikki, tí danska stjórnin mælti frá. Umboðið hjá flokki løgmans á fólkatingi atkvøddi við stjórnarflokkunum, sum ynsktu eina óbindandi samtykt um málið.

Eisini kom fram undir hesum orðaskifti, at Danmark helst ikki fer at undirrita nýggja avtalu sum sáttmálapartur, men at undirritað verður sum partur av ES. Tað ger støðuna uppaftur meira átroðkandi hjá Føroyum at krevja okkara egnu støðu í einum nýggjum veðurlagssáttmála.

Nú bert góðar 3 vikur eru eftir til toppfundin í Keypmannahavn, verður løgmaður tí spurdur, um hann stendur fast við avgjørdu krøv landsstýrisins, hvat hann hevur gjørt í málinum, og um hvørji stig hann fer at taka til tess at røkka teimum.

Á Løgtingi 16. nov 2009

Høgni Hoydal

————

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um kommunala umskipan

1. Hvørja støðu hevur løgmaður til tilmælini í álitinum um kommunala umskipan – t.e. viðvíkjandi tali av kommunum, hvørji málsøki skulu leggjast út til kommunurnar, skattabýtið og skattaskipan og um lógarásetta ella sjálvbodna kommunusamanlegging?

2. Hví hevur løgmaður sett ein landsstýrisbólk at viðgera álitið – soleiðis at allir flokkar á tingi ikki eru við í viðgerðini?

3. Hvørja tíðarætlan hevur løgmaður lagt fyri politisku atgerðirnar í sambandi við kommunálitið?

Viðmerkingar
Eftir at álitið um kommunala umskipan varð handað landsstýrinum, hava bæði Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og nú eisini Fólkaflokkurin alment gjørt viðmerkingar og víst á sína prinsippiellu støðu til eitt nú:
– Uppskotna talið á kommunum og kommunumørkini.
– Hvørji málsøki, ið kunnu gerast kommunal í størri kommunum – og í hvørjari raðfylgju.
– Skattaskipan og skattabýti millum land og kommunur – herundir serliga spurningin um stigvaksandi (progressiva) skattaskipan ella flatan (proporsjónalan) skattastiga, sum kommunurnar virka eftir í dag.
– Lógarásetta ella sjálvbodna kommunusamanlegging.
– Tíðarætlan og politiska atgerð frameftir.

Greitt er, at verða eitt nú eldraøkið og fólkaskúli løgd til kommunurnar, uttan at skattaskipanin samstundis verður broytt, so er talan um, at fíggingin av grundleggjandi vælferðartænastum verður løgd frá eini samhaldsfastari fígging til eina flata fíggin, har lægru inntøkurnar koma at bera nógv størri byrðu.

Enn er onki frætt frá løgmanni og Sambandsflokkinum um kommunuálitið og um teir prinsippspurningar, ið støða má takast til. Einasta, ið frætt er frá løgmanni, er at sama landsstýrið, sum gjørdi arbeiðssetningin til bólkin, ið skrivaði álitið, nú hevur sett partar av sær sjálvum í ein annan bólk, ið skal viðgera umbidna álitið.

Tað boðar frá ørkymlan, tvídrátti og lítlum hugi at fremja broytingar. Sjálvandi eigur kommunal umskipan at viðgerast millum allar flokkar á tingi, skal nøkur broyting hava kjans at fremjast.

Á Løgtingi 16. nov 2009

Høgni Hoydal