Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður skrivað opið bræv til borgarstjóra

John William Joensen

Eg eri samdur við landsstýrismannin í fíggjarmálum í, at fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu ikki er gagnlig fyri konjunkturstøðuna í samfelagnum.

Tað hevur tó ongantíð verið uppá tal við lógar ella politiskum átøkum mótvegis Tórshavnar Kommunu. Eg haldi hinvegin, at vit eiga at formalisera eina skynsama felags fyriskipan av fíggjarligu kørmunum hjá landi og kommunum, ongantíð ov skjótt.

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið umrøtt á landsstýrisfundi, tó uttan at málið hevur verið at gera lógarinntriv ella at fremja serlig politiskum átøk.

Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at øll fíggjarvirðurskiftini hjá tí almenna verða mett og viðgjørd undir einum. Tí mugu vit sum skjótast fáa eina felags játtanarskipan fyri land og kommunur – lógarfest um tað gerst neyðugt.

Vinarliga
Jóannes Eidesgaard
Løgmaður