– Innihaldið í brævinum er sera áhugavert, sigur Føroya Løgmaður, nú 13 samgongulimir mæla til at kanna hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið
Í seinastu viku undirskrivaðu 13 samgongulimir eitt bræv har heitt var á løgmann um at seta ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólk, at kanna hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið.
– Málið er ikki so lítð áhugavert – tí hóast man kann spyrja um leisturin er rættur, so er innihaldið í málinum týdningarmikið.
– Tað kann neyvnan vera rætt at Føroya Løgmaður skal seta ein bólk av tinglimum til at gera eitt hvørt arbeiði.
– Men eg haldið at kjarnan í málinum er verd at halda um og tí ætli eg mær inn í ein dialog við samgongulimirnar, um vit ikki kunnu snæra málið rætta vegin, soleiðis at landsstýrismaðurin, sum umsitir økið, far til uppgávu, at fáa gjørt ein lýsing av hvørjir stovnar hoyra beinleiðis til miðfyrisitingina og hvørjir eru egnaðir, at vera fluttir kring landið. Ein slík kanning hevði eisini staðfest hvørjir stovnar ikki kunnu flytast.
– Analytiska arbeiði kundi verið gjørt av einum embætismannabólkið og so kundu tingmenn mannað ein politiska fylgibólk, at fylgt við arbeiðinum, sum vit hava gjørt í so nógvum øðrum málum – eitt nú yvirtøkuni av Fólkakirkjuni.
Stuðlar uppskotinum
Jóannes Eidesgaard sigur at tankin við at desentralisera er sera áhugaverdur og líkist hetta endamálinum, sum tann sokallaða útjaðarasamgongan hevði á sinnið.
– Eg var sjálvur partur av hesi útjaðarasamgonguni og trúgvi eg at málið er sera aktuelt nú vit tosað um komunala útjavning. Tú kanst jú eisini útjavnað við almennum pengum.
– Eg haldið hetta skrivið frá 13 samgongulimum vera eitt sera positivt intiativ og tí fari eg sjálvandi at svara teimum.




