Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður svarað 20 spurningum frá Kristinu Háfoss

LØGMANNSSKRIVSTOVAN

Løgmaður hevur svarað 20 skrivligum fyrispurningum um Eysturoyartunnilin frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi. Eftir ætlan skuldi fyrispurningurin svarast í løgtinginum í dag, men hetta er nú útsett til í komandi viku. Fjølmiðlar hava longu fingið innlit í svarini, og tí verða tey nú almannakunngjørd

Løgmaður hevur svarað 20 skrivligum fyrispurningum um Eysturoyartunnilin frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi. Eftir ætlan skuldi fyrispurningurin svarast í løgtinginum í dag, men hetta er nú útsett til í komandi viku.Fjølmiðlar hava longu fingið innlit í svarini, og tí verða tey nú almannakunngjørd.

LES SVAR HER!

gtingið

Svar uppá

fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S11/2013: Um embætisførslu løgmans og fund millum løgmann og CIP

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hví hevur løgmaður ikki upplýst fyri Løgtingi og almenninginum, at hann luttók einsamallur á fundi við umboð fyri CIP 27. juni 2013, ið er sami dagur sum avtala varð gjørd um milliónaendurgjald til CIP ?

2. Hvat varð avtalað á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP á fundinum 27. juni ?

3. Hví hevði løgmaður fund við umboð fyri CIP, uttan at táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum luttók ?

4. Luttók nakar annar, eitt nú embætisfólk, á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP

?

5. Fyriliggur nøkur fundarfrágreiðing frá fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP, og frá eftirfylgjandi fundinum millum løgmann, CIP og Innlendismálaráðið, 27. juni ? Um ikki, hví ?

6. Hvør munnlig og/ella skrivlig avtala varð gjørd millum landsstýrið og CIP á teimum fundum, ið løgmaður hevði innkallað til 27. juni ?

7. Gav løgmaður munnligt samtykki til, at endurgjaldsavtala varð gjørd við CIP, áðrenn endurgjaldsavtalan varð undirskrivað ?

8. Hvørja lógarheimild hevði landsstýrið til, at gera endurgjaldsavtalu við CIP ?

9. Hvørjar treytir hevur CIP sett fyri, at landsstýrið útsetir útgjaldið av milliónaendurgjaldinum til CIP ?

10. Finst nakað fordømi, har landsstýrið hevur gjørt breakfeeendurgjaldsavtalur í samband við verkætlanir hjá landinum ?

11. Fer landsstýrið at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP ?

12. Arbeiðir landsstýrið framhaldandi við tunnilsloysn, ið CIP skal verða partur av ?

13. Viðurkennir løgmaður, at hann hevur givið Løgtinginum villleiðandi upplýsingar, tá hann í Løgtingum upplýstið, at hann ikki var partur av nakrari avtalu við CIP ?

14. Hví varð Løgtingið ikki upplýst um endurgjaldsavtaluna við CIP, tá málið varð lagt fyri Løgtingið og undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi ?

15. Hvønn dag varð løgmaður kunnaður um, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu gjørt upprit (dagfest 4. juli) við lemjandi atfinningum at lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri á Løgtingi 1. august?

16. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at onki varð upplýst um vkomandi atfinningar frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum í lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri Løgtingið ?

17. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at týðandi upplýsingar um kostnaðin av privatari tunnilsloysn í mun til almenna tunnilsloysn vórðu duldar fyri Løgtinginum, tá spurt varð um málið í skrivligum fyrispurningi ?

18. Hví trýr løgmaður ikki upplýsingum frá fakfólkum, eitt nú á Gjaldstovu Føroya og hjá Landsverki, í málinum um Skálafjarðatunnilin?


19. Metir løgmaður, at tað er rætt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara viðkomandi spurningum frá fjølmiðlunum um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin ?

20. Hvussu samsvarar embætisførsla løgmans í málinum um Skálafjarðatunnilin við § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna og § 33 í Stýrisskipanarlógini ?

Svar:

Til 17: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 16 og nr. 89 í svari uppá § 52 a fyrispurningi nr. 8/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunnvør Balle, løgtingsmanni, um CIP, sum var soljóðandi:

Ad 1 – 6: Eftir munnliga áheitan fKára P. Højgaard, táverandi landsstýrismanni hevði eg 26. og 27. juni óformligar fundir við Rúna Bro Róin. Eg greiddi Rúna Bro Róin frá politisku støðuni viðvíkjandi Skálafjarðartunnilinum, og at eg metti at við at fara í Løgtingið við málinum, vildi landsstýrismaðurin í innlendismálum fáa eina greiðari heimild fyri sáttmálanum við CIP. Róin var ónøgdur við støðu mína, og hann ynskti at fáa meg at undirskriva eina ískoytisavtalu til proceavtaluna. Eg bar meg undan og vísti til, at tvar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ið varðaði av málinum landsstýrisins vegna. Tí vísti eg til hansara.

Seinni hevði eg eisini fund við Rúna Bro Róin saman við Kára P. Højgaard, táverandi landsstýrismanni, Rúna Joensen, táverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, advokat frá Advokatfelagnum Lett umboðandi Innlendismálaráðið og Henrik Rossing Lønberg, advokat hjá CIP.

Annars vóru hesi evni umrødd

møguleikin at gera serskipanir mótvegis kommununum í samband við projektið

føroysk arbeiðsmegi í samband við ætlanina

rentuavkastsstøði

útbjóðingin av projektinum

møguleikin fyri at CIP kundi fáa dekkaðar nakrar av sínum útreiðslum av, at projektið bleiv seink

broytingarlógaruppskotið sum skuldi í løgtingið

Ongi embætisfólk hjá løgmanni vóru við á fundinum, og skrivlig fundarfsøgn er ikki gjørd av Løgmansskrivstovuni. Onki kom fram, sum kravdi notat eftir innlitislógini § 6 stk. 1. Seinni vísti tað seg, at Innlendismálaráðið hevði gjørt eina innanhýsis frásøgn ffundinum.

Eg haldi heldur ikki, at nakkom fram á fundinum, sum neyðugt var at kunna almenningin ella Løgtingið um. Hetta var bert ein orienterandi fundur, har partarnir greiddu frá sjónarmiðum sínum. Ongar avgeir vóru tiknar á fundinum.

Sbr. Innlendismálaráðnum fóru umboðini fyri Innlendismálaráðið og CIP oman í Skibsteds pakkshús at tingast aftaná fundin, tey høvdu við meg. Seinni sama kvøld verður ískoytisprocesavtala konciperað og undirritað, og samráðst var annars víðari um málið alla náttina. Eg var ikki uppi í hesi tilgongd, eftir at tey fóru av míni skrivstovu seinnapartin 27. juni.


Ad 8. Tí eg havi ikki gjørt nakra avtalu við CIP. Eg varð kunnaður á nevnda fundi, ið fyrst og fremst varð hildin, tí eg skuldi stla landsstýrismanninum í at greiða CIP frá, at tað, út feinum politiskum sjónarhorni, var ikki skilagott at skriva undir sáttmálan, uttan at málið varð betur rótfest í løgtinginum. Men eg gjørdi stiliga vart við, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður tók sær av málinum landsstýrisins vegna.

Ad 9: Víst verður til svar nr. 2, dagfest 2. september 2013, í § 52a fyrispurningi 5/2013 fHøgna Hoydal til løgmans um lóglig/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum.

Til 8: Víst verður til svar nr. 2, dagfest 2. september 2013, í § 52 a fyrispurningi 5/2013 frá Høgna Hoydal til løgmans um lóglig/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, sum var soljóðandi:

“Til 2) Í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og ggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 f6. mai 2011 er í § 2 heimillandsstýrismanninum at geva einkarrætt uppá Skálafjarðartunnilin undir neyvari ásettum treytum. Av § 2, stk. 5 skilst, at landsstýrismaðurin hevur heimild at halda ggjarligar útreiðslur av fyrirreiking og gerð av sáttmálanum, og hevur landsstýrismaðurin í ggjarløgtingslógini 2013, 107610– 5323 neyðugu ggjarligu heimildirnar at halda slíkar útreiðslur, 6 mió. kr. Stk. 5 ásetur, at í avtaluni um endaligan einkarrætt skal ttreytast, at hesar útreiðslur skal einkarrættarhaldarin rinda landskassanum aftur. Sostatt er heimild at gera ískoytisavtaluna pkt. 3.1, men landsstýrismaðurin hevur skyldu at fáa upphæddina aftur ftí, sum endaliga r einkarrættin í endaligu koncessiónsavtaluni. Nevnda avtala er ikki ólóglig ella óvanlig og bindir ikki tingið at taka ávísa støðu í málinum.

Til 9: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 1011 í svari uppá § 52 a fyrispurningi nr. 8/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunnvør Balle, løgtingsmanni, um CIP, sum var soljóðandi:

Ad 10 – 11. Av telduposti 5. september 2013 fRúna Bro Róin til Rúna

Joensen, táverandi aðalstjóra, framgongur, at CIP er sinnað at udskyde .. forfaldstidspunktet for det relaterede break fee, for derved at give tid til at den igangværende politiske proces kan afsluttes. Sambært Fíggjarmálaráðnum er upphæddin ikki goldin enn, og ongin neyvari avtala er enn gjørd um, nær gjaldast skal.

Til 10: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 13 í svari uppá § 52 a fyrispurningi nr. 9/2013 frá Høgna Hoydal til løgmans um lógarheimildir og fordømi fyri sonevnda break feeavtalu við privat feløg, og um heimildir at avgreiða avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners, sum var soljóðandi:

Ad 13: Tá ið tað í nevndu løgfrøðiligu frágreiðing verður sagt, at break fee avtalan neyvan er óvanlig, verður hetta sagt í einum størri høpi, uttan at neyvari og ítøkilig dømi eru funnin fram um hetta. Tverður bert víst generelt til hetta fyribrigdi. Ongastaðni í frágreiðingini verður samanborið við áður gjørdar knandi sáttmálar í Føroyum. Hetta er kriterium, sum ðindafólk tekurframísjónvarpsinnslagi.TilsvarandisáttmálaríFøroyumeruikki


kannaðir, og er ongin ætlan um at fara undir at kanna teir, tí at hetta er ikki kriterium, sum lagt er til grund í løgfrøðiligu frágreiðingini.

Til 11: Her er talan um tvey ymisk skjøl. Undirskrivaða procesavtalan við seinni ískoyti og uppskot til Koncessionsaftale om opførelse, drift, vedligeholdelse, finansiering og ejerskab af en vej– og tunnelforbindelse med tilhørende tilslutningsveje under Skálafjarðar og Tangafjørður.

gtingslóg nr. 133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina gevur sum høvuðsreglu borgara rættarkrav uppá innlit í øll skjøl í fyrisitingini. Skal undantak verða, má hetta hava greiða heimild í lógini. Ongin heimild er í lógini at gera avtalu við privat um, at samskifti millum myndugleikan og hin privata verður at undantaka frá lógini.

Í § 15, stk. 1 í nevndu løgtingslóg frá 1993 um innlit í fyrisitingina stendur at lesa:

Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingarmyndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.

Avgerðandi myndugleikin í málinum er Innlendismálaráðið. Tað er landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum skal undirskriva koncessiónsavtaluna, tá ið tað kemur hartil, at undirskrivast skal, og tað er tí eisini hann, sum skal taka avgerð í innlitsmálum í uppskotum til slí