Kaj Leo Holm Jóhannesen er sannførdur um at hann bar seg rætt at tá hann greip inn og gav boð um at sáttmálin, sum Innlendismálaráðið hevði forhandla uppá pláss við CIP, skuldi aftur niðan í løgtingið. Í morgun skal Løgmaður í Føroyarætt at svara spurningum frá kanningarstjóra sum løgtingið hevur sett at kannað handfaringina av málinum um Skáafjarðartunnilin.
Kaj Leo Holm Jóhannesen er sannførdur um at hann bar seg rætt at tá hann greip inn og gav boð um at sáttmálin, sum Innlendismálaráðið hevði forhandla uppá pláss við CIP, skuldi aftur niðan í løgtingið. Í morgun skal Løgmaður í Føroyarætt at svara spurningum frá kanningarstjóra sum løgtingið hevur sett at kannað handfaringina av málinum um Skáafjarðartunnilin.
Í gjár fylti løgmaður 50 ár og í morgun skal løgmaður svara spurningum frá kanningarstjóra og í longri tíð hava miðlarnir í Havn lagt upp til at hetta verður avgerandi løtan hjá samgonguni sum í dag stjórnar í Tinganesi. Fleiriferðir hevur verið “lagt upp til” og spátt at hetta ella hatta málið fór at verða samgonguni at bana, men hvørjaferð hava samgongulimir gjørt politisku viðmerkjararnar til skammar.
Løgmaður er sannførdur um at hann hevur einki skeivt gjørt.
Løgmaður hevur áður sagt at tað var eftir áheitan frá táverandi landsstýrismanni í Innlendismálum at hann gekk við til at verða við og fortelja umboðum fyri CIP um avgerð sína at lógin um Eysturoyartunnilin skuldi niðan aftur í Løgtingið, fyri at tryggja politiska undirtøku fyri at fremja málið og fyri at greiða møguligar ivaspurningar.
– Eg kendi tað sum mína skyldu at grípa inn politiskt tí eg kendi tað sum at málið var farið av sporinum har spurnartekin vóru sett av ymiskum slagið. Tí vildi eg binda um heilan fingur og leggja lógina aftur fyri løgtingið til støðutakan og fyri at greiða tær ógreiður sum vóru. Samstundis staðfesti okkara egnu løgfrøðiligu ráðgevarar at heimild var hjá landsstýrismanninum at skriva undir sáttmála og byrja arbeiði tann 27. Juni sum ætlanin var, segði løgmaður í samrøðuni.
Hóast nógv hevur verið gjørt burtur úr break free avtaluni sum landstýrismaðurin í Innlendismálum gjørdi við CIP í andstøðuni og í kvf so var løgmaður ikki til staðar tá avtalan var gjørd og hann undirskrivaði heldur ikki avtaluna.
Ivasamt er um tunnilsmálið hevur nakran serligan týdning í dagsins politikki og neyvan fer hetta í politikki “gamla málið” at kollsigla samgonguna. Men niðurstøðan hjá kanningarstjóranum kann gerast áhugaverd um staðfest verður at løgmaður hevur framt lógarbrot – og tað er neyvan sannlíkt.
Polittiska minnið er sera stutt og í dag eru onnur mál sum seta politisku dagskránna.




