Undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum legði løgmaður sjógv millum seg og formannin í Tjóðveldinum
– Skrivingin í bløðunum har víst verður á at beinagrindir detta út úr skápunum eftir undanfarnu samgongu er ósaklig og beinleiðs villleiðandi helt løgmaður fyri.
– Í tølunu sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fram sæst svart uppá hvítt at inntøkurnar hjá landskassanum undir seinastu samgongu vuksu við góðum 700 milliónum krónum hóast umfatandi skattalættar.




