Landsins lógir skulu haldast, tað má ongantíð verða eitt ivamál, men skal konsekvensurin verða her og nú krossfesting hvørja fer, so kann tað gerast eitt vandamikið framtíðar samfelag. Komi ongantíð at góðtaka lógarbrot, skrivar løgmaður umvegis Facebook sum viðmerking til málið um landsstýrismannin í Vinnumálum
Landsins lógir skulu haldast, tað má ongantíð verða eitt ivamál, men skal konsekvensurin verða her og nú krossfesting hvørja fer, so kann tað gerast eitt vandamikið framtíðar samfelag. Komi ongantíð at góðtaka lógarbrot, skrivar løgmaður umvegis Facebook sum viðmerking til málið um landsstýrismannin í Vinnumálum.
Tá vit ringdu til løgmann fyri løtu síðan, endurtók hann tað sum hann hevur sagt í miðlunum, at hann kemur til eina endaliga niðurstøðu um framtíðina hjá Johan Dahl, sum landsstýrismanni, í komandi viku.
– Eg brúki hesa vikuna til at seta meg væl inn í málið áðrenn eg takið endaliga støðu.




