Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Løgmansskrivstovan

Á móttøku í Tinganesi seinnapartin í dag hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, tilnevnt nýggj landsstýrisfólk.

 

Sirið Stenberg, ið hevur verið landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, er tilnevnd sum nýggj landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.