Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður umhugsar at skrivað út val á Ólavsøku?

John William Joensen

Keldur sum standa løgmanni nær vátta at løgmaður umhugsar at skrivað út val á Ólavsøku. Tað gongur ómetaliga gott Føroyum í løtuni og tað sær út til at tær raðfestingar og tann politikkur, sum er førdur, hevur verði gagnligur fyri samfelagið.

Keldur sum standa løgmanni nær vátta at løgmaður umhugsar at skrivað út val á Ólavsøku. Tað gongur ómetaliga gott Føroyum í løtuni og tað sær út til at tær raðfestingar og tann politikkur sum er førdur hevur verði gagnligur fyri samfelagið.

Trúgvin á framtíðina hevur ongantíð verði størri, og tað sæst best við at bæði vinna og land og kommunur tora at gera stórar íløgur í framtíðina.

Tí kann løtan neyvan verða betur hjá løgmanni so veljarin fær høvi til at meta um verandi kós skal halda fram ella um onnur kós skal setast út í kortið.

Løgmaður hevur onga viðmerking men sigur í stuttari viðmerking: “Never change a winning team!”

Samd ella ósamd politiskt, so er tað ein sannroynd og próvfast at undir hansara leiðslu eru Føroyar samanborið við onnur lond komnar best burturúr kreppuni sum herjaði fyri nøkrum árum síðani og hevur Løgmaður meira enn nakar megnað at hildið saman uppá samgonguna við sermerktum treiskni og hevur samanhaldi millum samgongulimir verið sera gott. Alment hevur løgmaður ongantíð funnist  at samgongulimum hóast tað hava verið stórar ósemjur.

Eitt gott boð uppá valdag er týsdagin 1. september ella kanska sjálvan føðingardag løgmanns leygardagin tann 28. August.