Tað kemur greitt fram í samskiftið, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Hóast tað fleiri ferðir er ró fram undir at løgmaður skal hava sagt ósatt fyri løgtinginum, so er hetta ongantíð prógva og svar sum løgmansstjórin hevur givið Kringvarpinum slær fast at løgmaður var ikki til staðar á nógv umtalaða fundinum tá landsstýrismaðurin undirskrivaði avtaluna.
Tað kemur greitt fram í samskiftið sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Hóast tað fleiri ferðir er ró fram undir at løgmaður skal hava sagt ósatt fyri løgtinginum, so er hetta ongantíð prógva og svar sum løgmansstjórin hevur givið Kringvarpinum slær fast at løgmaður var ikki til staðar á nógv umtalaða fundinum tá landsstýrismaðurin undirskrivaði avtaluna.
Sambært samskiftið sum verið hevur millum løgmansstjóran og Jan Lamhauge hevur sjónvarpið greitt fingið at vita at løgmaður var við á fundi við CIP, men tá fundur var seinri í IMR har Breake-free avtalan var undirskrivað er løgmaður ikki til staðar.
Sí niðanfyri samskifti:
Fra: Marjun Hanusardóttir <marjunh@tinganes.fo>
Dato: 24. okt. 2013 17.06.59 WEST
Til: “Jan Lamhauge (janl@kvf.fo)” <janl@kvf.fo>
Cc: Journalin hjá LMS <journalin@tinganes.fo>, Rúni Joensen <runij@vmr.fo>, “hij@kvf.fo” <hij@kvf.fo>
Emne: SV: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góði Jan,
Sambært fyrrverandi aðalstjóranum á fyrrverandi Innlendismálaráðnum fóru umboðini fyri Innlendismálaráðið og CIP oman í Skibsteds pakkhús aftaná fundin við løgmann, sum var á skrivstovu løgmans, at tingast um viðurskiftini. Sama dag, um kvøldið, verður avtala, sum m.a. fevnir um endurgjald, undirritað. Tá var løgmaður, sambært fyrrverandi aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum, ikki til staðar.
Annars vísi eg enn einaferð til, at løgmaður hevur fingið fleiri spurningar frá tingfólkum um tunnilsmálið, og fer hann at svara hesum spurningum í næstum. Tá kunnu tit fáa svar uppá fleiri spurningar
Vinalig heilsan
Marjun Hanusardóttir
—–Oprindelig meddelelse—–
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 24. oktober 2013 15:37
Til: Marjun Hanusardóttir
Cc: Journalin hjá LMS; Rúni Joensen; Høgni í Jákupsstovu
Emne: RE: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góði tit bæði,
Hetta mugu tit líka greiða mær frá. Løgmaður hevur fleiri ferðir greitt frá, at hann kallaði inn til fundin, har avtalan var gjørd. Kallaði løgmaður so inn til ein fund inni á IMR?
Eg síggi í notatinum hjá Rúna frá 10. juli, at hann og Kári vóru kallaðir inn á fund við løgmann og Rune B. Roin. Í notatinum stendur, at løgmaður og Rune fundaðust “á skrivstovuni hjá løgmanni”. Bleiv fundurin so fluttur, tá tað skuldi skrivast undir? Hvussu hongur hetta saman?
Vh Jan
—–Original Message—–
From: Marjun Hanusardóttir [mailto:marjunh@tinganes.fo]
Sent: 24. oktober 2013 12:54
To: Jan Lamhauge
Cc: Journalin hjá LMS; Rúni Joensen
Subject: SV: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góði Jan aftur,
Sambært fyrrverandi aðalstjóranum í fyrrverandi Innlendismálráðnum varð nevnda avtala konciperað og undirritað á loftinum á Skibssted Pakkhúsi í Tinganesi, ið er høli, ið fyrrverandi Innlendismálaráðið, og ikki Løgmansskrivstovan, nýtti til sítt virksemi.
Vinalig heilsan
Marjun Hanusardóttir
—–Oprindelig meddelelse—–
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 24. oktober 2013 12:00
Til: Marjun Hanusardóttir
Emne: RE: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góða Marjun,
Men er tað ikki rætt skilt, at avtalan er gjørd inni á Løgmansskrivstovuni? Also inni í fysisku karmunum á Løgmansskrivstovuni?
Vh Jan
—–Original Message—–
From: Marjun Hanusardóttir [mailto:marjunh@tinganes.fo]
Sent: 24. oktober 2013 11:19
To: Jan Lamhauge
Cc: Journalin hjá LMS; Høgni í Jákupsstovu
Subject: SV: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góði Jan,
Víst verður til teldupost tín í gjár.
Sum eg síggi, hevur tú nú fingið svar frá Rúna Joensen um løgfrøðiligu ráðgevingina hjá fyrrverandi Innlendismálaráðnum.
Til spurningin, ið tú setur um, at tað eru aðrir løgfrøðingar í fyrisitingini, ið hava eftirmett løgfrøðiligu frágreiðingina, er svarið nei
Viðmerkjast skal, at Løgmansskrivstovan hevur hvørki gjørt ella hevur verið við til at gera nakra endurgjaldsavtalu í sambandi við tunnilsmálið. Annars verður víst til, at løgmaður hevur fingið fleiri spurningar frá tingfólkum um tunnilsmálið, og fer hann at svara hesum spurningum í næstum. Hesi svar verða almenn, so skjótt tað ber til.
Vinalig heilsan
Marjun Hanusardóttir
—–Oprindelig meddelelse—–
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 23. oktober 2013 14:36
Til: Marjun Hanusardóttir
Cc: Journalin hjá LMS; Høgni í Jákupsstovu
Emne: RE: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góða Marjun,
Takk fyri svarið.
Sum áður sagt, so tykist nógv av hesum fyri mær, sum at skúgva ábyrd frá sær. Yvirksipað tí at Løgmansskrivstovan hevur sum uppgávu at samskipa fyrisitingina, soleiðis at øll fáa eina holla tænastu. Løgmansskrivstovan hevur eitt virðisgrundarlag, sum snýr seg um samstarv, opinleika og gjøgnumskygni. Hartil er tað soleiðis, at vit í parti av hesum málinum tosað um eina avtalu (endurgjaldsavtalan), sum er gjørd inni a Løgmansskrivstovuni. Ikki inni í IMR ella FMR. Men á Løgmansskrivstovuni. Tá má Løgmansskrivstovan kunna svara uppá, hvat tað er, sum fór fram. Og tískil fari eg nokk at halda fram við at troytta tykkum.
Viðvíkjandi break fee, so takki eg fyri eitt nógv greiðari svar. Eg spurdi um dømir, og tú svarar, at metingin at avtalan ikki er óvanlig er gjørd “uttan at neyvari og ítøkilig dømi eru funnin”. Sum eg skilji frá Landsverk, er hetta fyrstu ferð, at tílík avtala er gjørd, tí haldi eg, at tykkara meting er.. ja, hvat skal ein siga? Tað tykist í førum byggja á eina heldur óvaliga definitón av orðinum “vanligt”. Men í tað minsta so er tað gott, at tit svara greitt.
Ja, tað er rætt, at FMR svaraði mær upp á nakrar spurningar í oktober. Men eftir stendur, at ongin frá fyrisitingini enn hevur svara mær uppá, hvør heimild var at gera endurgjaldsavtaluna inni á Løgmansskrivstovuni, hvør stovnur skuldi flyta peningin, og hvørt nøkur ósemja var um málið. At sum av tí er komið fram aðrar vegir, er ein sannroynd. Men tað hevði verið nógv greiðast, um tað bar til at senda spurningar til fyrisitingina og so fekk mann eitt greitt og skjótt svar.
(Eg havi heldur ikki fingið svar uppá spurningarnar viðvíkjandi LETT. Eg veit ikki, hvørt tað eru sms-strupulleikar hjá Rúna ella mær. Men tað tykist mær eisini rættiliga óseriøst, at tað bert ber til at sms’a um tann partin málinum.)
Tað er komið fram (aftur umvegis aðrar stovnar enn Løgmansskrivstovuna) at løgmaður var á fundi við CIP 27. juni. Men tað er nýliga komið fram umvegis notat frá Rúna Joensen, at løgmaður eisini einsamallur fundaðist við umboð CIP. Hetta kunnaði tú meg ikki um. Tá almenni áhugin var so stórur, og eg ítøkliga spurdi um fund við CIP 27. Juni, hevði tað verið upplagt, at tit greiddu frá hesum. Eg havi enn ikki sæð nakra fundarfrágreiðing frá hesum fundinum millum Løgmann og Rune B. Róin.
—
Eg vil enda við einum spurningi. Tá tú skrivar, at tit ikki hava latið frágreiðingina hjá Sjúrði Rasmussen verða eftirmetta av øðrum løgfrøðingi. Merkir hetta, at tað heldur ikki eru aðrir løgfrøðingar í fyrisitingini, sum hava eftirmett frágreiðingina?
vh Jan
—–Original Message—–
From: Marjun Hanusardóttir [mailto:marjunh@tinganes.fo]
Sent: týs 22-10-2013 13.31
To: Jan Lamhauge
Cc: Journalin hjá LMS; Høgni í Jákupsstovu
Subject: SV: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góði Jan,
Í aftursvarum til tín havi eg áður gjørt vart við, at viðvíkjandi fleiri av spurningunum, ið tú hevur sett mær, er Løgmansskrivstovan ikki rætti myndugleiki at venda sær til. Tí havi eg í flestu førum beint tínar fyrispurningar til rætta myndugleikan at svara. Tað hava verið spurningar um innlit í skjøl og um ávísar hendingar í málinum, ið hava verið undir øðrum myndugleika enn Løgmansskrivstovuni. Tí havi eg víst tær til embætisfólk í fyrrverandi Innlendismálaráðnum og til embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum, ið yvirtók málsøkið, eftir at Innlendismálaráðið varð avtikið 13. september.
Viðvíkjandi spurninginum um break fee avtaluna er at siga, at tá tað verður nevnt í løgfrøðiligu frágreiðingini, at break fee avtalan neyvan er óvanlig, verður hetta sagt í einum størri høpi uttan at neyvari og ítøkilig dømi eru funnin fram. Tað verður bert víst generelt til hetta fyribrigdi. Ongastaðni í frágreiðingini verður samanborið við áður gjørdar ella líknandi sáttmálar í Føroyum.
Tú spyr í tínum telduposti tínum hin 21. oktober, hví eg ikki havi svarað tær uppá spurningar, ið tú hevur sett Rúna Joensen 20. september um, hvør heimild var at gera endurgjaldsavtaluna, hvør stovnur skuldi gera flyta peningin, hvørt nøkur ósemja var um málið, og biður meg seinri sama dag hin 20. september taka støðu til at fáa spurningarnar svaraðar. Hartil er at siga, at eg var uttanlands 18. til 24. september í privatum ørindum og hevði ikki umstøður at svara tær, og var ikki vitandi um, at hesir spurningar stóðu ósvaraðir, tá ið eg kom aftur 24. september.
Annars svaraði eg tær hin 1. oktober soleiðis um tunnilsmálið:
“Tú hevur sent mær fyrispurningar í samband við sokallaða tunnilsmálið. Fyrst bað tú um innlit í luttakaralista, dagskrá og fundarfrágreiðing frá fundinum, sum var hildin við CIP 27. juni (ella ein av døgunum har áleið), har avtalað bleiv gjørd við CIP um endurgjald og “break free. Um hetta er at siga, at Í § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina stendur at lesa: “Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingar myndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.” Avgerandi myndugleikin í málinum er nú Fíggjarmálaráðið, og tað er tí Fíggjarmálaráðið, ið er rætti myndugleikin at taka støðu til innlit í nevndu fundarfrásøgn. Tín umbøn um innlit er tí send til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, og, sum eg skilji, fer Fíggjarmálaráðið at avgreiða málið ein av næstu døgunum.”
Mær vitandi svaraði Fíggjarmálaráðið innlitsumbøn tykkara fyrst í oktober.
At løgmaður hevði verið á fundi við m.o. CIP stóð longu í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum, ið varð almannakunngjørd hin 28. august, og hevur verið nógv frammi í kjakinum síðani tá. Seinni kom fram, at Innlendismálráðið hevði gørt eina innanhýsis frásøgn frá hesum fundi, ið, sum eg skilji, at KvF hevur fingið partvís innlit í frá Fíggjarmálaráðnum.
Viðvíkjandi spurninginum um løgfrøðiligu eftirlits metingina hjá okkara løgfrøðiliga ráðgeva er at siga, at vit ikki hava latið frágreiðingina eftirmetta av øðrum løgfrøðingi. Metingin er gjørd til løgmann, soleiðis at hann kann hava eitt grundarlag fyri at taka støðu til, um hann skal byrja eitt rættarmál móti landsstýrismanninum, ið hevði ábyrgd av málinum
Vinalig heilsan
Marjun Hanusardóttir
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 21. oktober 2013 17:38
Til: Marjun Hanusardóttir
Emne: Uppsamlan av ósvaraðum spurningum
Góða Marjun,
At vísa til frágreiðingina enn eina ferð er bert at grugga. Eg spurdi – enntá fleiri ferð – ein sera einfaldan spurning: Um tit vistu um onnur dømir um break fee? Um tit ikki vilja svara, so er tað nógv greiðari, at tit siga tað, heldur enn at svara bara uppá okkurt.
Eg vil hartil spyrja teg, hvussu tað ber til, at spurningarnir, sum eg fyrsti ferð sendi til tín 20. september (um m.a. hvør heimild var at gera endurgjaldsavtaluna, hvør stovnur skuldi gera flyta peningin, hvørt nøkur ósemja var um málið) ongantíð vóru svaraðir?
Eg vil eisini spyrja, hví tú ikki upplýsti fyri mær, at tað hevði verið ein fundur á Løgmansskrivstovuni millum løgmann og CIP, tá eg spurdi í telduposti bæði 12. september, 23. september og 1. oktober (m.a.) um fundarfrágreiðing og yvirlit frá fundi 27. juni?
Eg havi heldur ikki enn fingið svar uppá spurningin, eg sendi tær 10. oktober um, hvørjir løgfrøðingar hava eftirmett frágreiðingina hjá Sjúrði Rasmussen?
vh Jan
________________________________
From: Marjun Hanusardóttir [mailto:marjunh@tinganes.fo]
Sent: 15. oktober 2013 15:48
To: Jan Lamhauge
Subject: SV: LETT heldur enn innanhýsis ráðgevar Góði Jan,
Vísi til løgfrøðiligu frágreiðingina um málið, har tað m.a. stendur:
“Skálafjarðartunnilin er eitt so mikið stórt project, at onki løgið er í tí, at annar parturin tryggjar sær ávísa kompensatión, føra tingingarnar ikki til nakað úrslit innan ávísan dato. Annar parturin er klárur at skriva avtalu, hin ikki, tí at hann vil tryggja sær fullan dekning frá baklandinum. Eg meti tí slíka brake-fee avtalu at vera náttúrliga í gongdini at fyrireika útbjóðing av tunnlinum hjá landsstýrismanninum.
Í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6. mai 2011 er í § 2 heimilað landsstýrismanninum at geva einkarrætt uppá Skálafjarðartunnilin undir neyvari ásettum treytum. Av § 2, stk. 5 skilst, at landsstýrismaðurin hevur heimild at halda fíggjarligar útreiðslur av fyrirreiking og gerð av sáttmálanum, og hevur landsstýrismaðurin í fíggjarløgtingslógini 2013,
107610- 5323 neyðugu fíggjarligu heimildirnar at halda slíkar útreiðslur, 6 mió. kr. Stk. 5 ásetur, at í avtaluni um endaligan einkarrætt skal tað treytast, at hesar útreiðslur skal einkarrættarhaldarin rinda landskassanum aftur. Sostatt er heimild at gera ískoytisavtaluna pkt. 3.1, men landsstýrismaðurin hevur skyldu at fáa upphæddina aftur frá tí, sum endaliga fær einkarrættin í endaligu koncessiónsavtaluni. Nevnda avtala er tí neyvan ólóglig ella óvanlig og bindir ikki tingið at taka ávísa støðu í málinum.”
Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til spurningin.
Heilsan
Marjun
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 15. oktober 2013 13:36
Til: Marjun Hanusardóttir
Emne: RE: LETT heldur enn innanhýsis ráðgevar
Góði Marjun,
Og kanst tú so eisini svara uppá spurningin, sum hevur ligið í fleiri dagar, um Løgmansskrivstovan veit um nakað dømi, har tað almenna rindar einum samráðingarparti endurgjald?
vh Jan
________________________________
From: Marjun Hanusardóttir [mailto:marjunh@tinganes.fo]
Sent: 15. oktober 2013 13:24
To: Jan Lamhauge
Cc: Bjarni Askham Bjarnason; runj@vmr.fo<mailto:runj@vmr.fo>
Subject: SV: LETT heldur enn innanhýsis ráðgevar
Góði Jan, Innlendismálaráðið við Rúna Joensen á odda stóð fyri og fyrireikaði málið um Skálafjarðatunnilin. Tí verður víst til Rúna Joensen. Havi tosað við Rúna í dag. Hann er í Suðuroy í løtuni. Hann bað meg biðja teg um at senda sær spurningin í sms fartlf 558070 Heilsan Marjun
Fra: Jan Lamhauge [mailto:janl@kvf.fo]
Sendt: 15. oktober 2013 10:02
Til: Marjun Hanusardóttir
Cc: Bjarni Askham Bjarnason; runi@imr.fo<mailto:runi@imr.fo>
Emne: LETT heldur enn innanhýsis ráðgevar Góði tit, Hvør av tykkum kann svara uppá, hví mann valdi at brúka LETT advokatar heldur enn starvsfólk úr føroysku fyrisitingini í Skálafjarðartunnils-projektinum?
vh Jan




