Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ynskir Fogh tillukku við nýggja starvinum

John William Joensen

– Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Fogh og eg ivist ongan løtu í at hann er rætti maðurin at leiða NATO

– Kaj Leo Jóhannesen, hevur við spenningi fylgt royndunum hjá Anders Fogh Rasmussen at gerast leiðari fyri NATO samgonguna.

– Eg má siga sum er at eg havi havt eitt sera gott samskiftið við Anders Fogh Rasmussen og tí eri eg sera glaður um at hann nú hevur fingið hetta týdningarmikla starvið. 

– Eg og nýggi danski statsministarin, Lars Løkke Rasmussen, kennast persónliga og hann og konan hava búð hjá okkum tá tey hava verið í Føroyum. 

– Tí má eg siga at eg eri sera spentur at samstarva við Lars Løkke – nú hann eftir øllum at døma gerst nýggjur danskur statsministari.
 
– Tað er altíð lættari at samarbeiða tá ein kennist persónliga, sigur løgmaður í stuttari viðmerking

Harleyfacadeacryl