Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ynskir kappingarfør realkredittlán til føroyingar

John William Joensen

Føroyingar eiga sjálvsagt rætt til somu bíligu bústaðar rentu frá realkreditt stovnunum sum danir. Tað er als ikki nøktandi at føroyskir peningastovnar bjóða út ralkreditt lán við umleið trýfalt so stórum kostnaði sum í dag er 1,7 % samstundis sum danir fáa somu lán fyri einans 0,5% í kostnaði.

Í Føroyum virka peningastovnar undir eftirlitið av fíggjareftirlitinum og lóggávan sum peningastovnar virka eftir verður sett í gildi fyri Føroyar og Grønland við ríkislógartilmæli, og tí eigur tað ikki at verða ein trupuleiki at føroyingar fáa atgongd til somu bíligu realkredittlán sum danir. Tað er als ikki nøktandi at peningastovnar í Føroyum taka hægri kostnað tá vit vita at trygdin hjá lánistovnum er munandi betur hjá føroyskum bústaðar eigarum enn donskum. Tað gevur als onga meining at føroyingar skulu rinda meira enn trífalt so høgan kostnað sum danir. Hetta er ikki nøktandi og eg ivist ikki í at hesin ójavnin verður rættaður og um tað krevst at politiski myndugleikin spælir við so eru vit sjálvandi til at tosað við. Spurningurin er hvussu bankar og Landstýrið saman kunnu tryggja kappingarføra realkreditrentu tí hetta vildi veruliga gjørt mun hjá barnafamiljum og øllum húseigarum,sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen.

Harleyfacadeacryl