Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður: Yvirskot verður í 2026

Jóhann Lützen

Aksel V. Johannesen varð júst trinin av Løgtingsins røðarapalli í dag, tá Norðlýsið fekk orðið á hann og spurdi nærri um nakað av tí, sum løgmaður segði um uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025

 

Løgmaður harmaðist um undirskotið á fíggjarlógini, og sjálvur ynskti hann skil í fíggjarpolitikkinum. Tað ber ikki til at hava undirskot í longri tíð, segði hann, men legði afturat, at Landsstýrið hevur tikið ábyrgd og vísti til frágreiðingina frá Moody’s. Stórar íløgur eru settar í gongd, men tær koma skjótt á mál. Málið hjá samgonguni er at fáa yvirskot á fíggjarlógini, og vónaði løgmaður at fáa tað í 2026. Samgongan tálmar útreiðslunum við 75 milliónum, segði løgmaður eisini.