Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmansskrivstovan onga heimild at yvirtaka §14, stk 2 í hjúnabandslógini

John William Joensen

Torkil V Rasmussen, fulltrúi í Mentamálaráðnum gevur ilt av sær í málinum um broytingarnar í hjúnabandslógini. Hann hevur skrivað eina drúgva grein í tíðarritinum fyri løgfrøðingar, kalla Ugeskrift for Retsvæsen, har hann harliga átalar danskar og føroyskar myndugleikar fyri at royna at ganga uttanum galdandi reglur fyri yvirtøku av einum málsøki.

Torkil V Rasmussen, fulltrúi í Mentamálaráðnum gevur ilt av sær í málinum um broytingarnar í hjúnabandslógini.

Hann hevur skrivað eina drúgva grein í tíðarritinum fyri løgfrøðingar, kalla Ugeskrift for Retsvæsen, har hann harliga átalar danskar og føroyskar myndugleikar fyri at royna at ganga uttanum galdandi reglur fyri yvirtøku av einum málsøki.

Torkil V Rasmussen er av teirri áskoðan, at Løgmansskrivstovan onga heimild hevur at yvirtaka grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, tí Løgtingið hevur ikki samtykt at yvirtaka hesa lógargrein.

Tvørturímóti framgongur tað beinleiðis av viðmerkingunum til lógina um yvirtøku av fólkakirkjuni, at yvirtøkan ikki umfataði § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini.

LES MEIRA Á Vága Portalinum TRÝST HER