Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lognberg einsamallur

John William Joensen

Nógv orka hevur verið brúkt uppá at fáa Gerahard Lognberg at slaka – men nú eru samráðingarnar farnar víðari og Sandoyarverkætlanin verður vantandi útsett

Sum Norðlýsið skilir so verður ikki samráðst longur um Sandoyartunnilin og samgonguleiðararnar hava givið Gerhardi møguleikan sjálvur at velja um hann vil verða partur av samgonguni ella ikki.

– Tað er ein øðilig orka brúkt uppá mín persón – men eg kann siga so mikið at eg havi ikki verið størsti trupuleikin í hesum samráðingunum.

– Nú er tað so upp til mín at velja um eg verið partur av samgonguni ella ikki – og skal eg siga sum er, so er tað altíð trupult hjá einum politikara at verða uttanfyri.

Meira vildi Gerhard ikki siga í løtuni.

Sum Norðlýsið skilir so hevur Gerhard rættuliga verið í brotasjógvi, men hann hevur hildið fast við løgtingssamtyktina – sum sigur at arbeiði uppá Sandoyartunnilin skal byrjað 1. november 2009 – men sum skilst, so hevur hann ikki stuðul frá øðrum í samgongusamráðingunum og tí er spurningurin um ikki Sandoyarverkætlanin verður útsett.

Harleywoodpaint