Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Logos Hope, siglur undan ódnini Irma

John William Joensen

Gamla Norrøna, sum altjóða trúboðanar felagsskapurin OM eigur, og sum fleiri føroyingar vanliga eru við, fór í gjár úr havnabýnum, Santo Domingo, í Dominokanska Lívveldinum í Karribiska havinum, við kós suður í Karribiskahavið, fyri at koma longur burtur frá økinum har tropiska ódnin Irma, væntandi fer at gera um seg.

Tropiska ódnin Irma, sum er sterkasta ódnin, ið nakrantíð er máld, við eini miðal vindferð, sum er beint undir 80 m/sek, vantast at fara tætt framvið norðurstrondini í Dominokanska Lívveldinum hósmorgunin.

Mett verður ikki at ódnin rakar Santo Domingo, men fer framvið einar 150- 300 km norðanfyri býin. 

Skiparin á Logos Hope hevur av trygdarorðsøkum, valt at avlýsa skránna fram til leygardagin, og í staðin sigla longur suður fyri ikki at verða nærhendis á ódnin kemur fram við. Logos Hope fór úr Santo Domingo týsdagin.

Í løtuni er onkur føroyingur umborð og tey hava tað gott og sum skilst er veðrið gott har skipið er.

Tá ódnin er farin framvið er ætlanin at Logos Hope fer aftur til Santo Domingo fyrst í komandi viku, skrivar heimasíðan hjá altjóða felagsskapinum OM.

Sí heimasíðuna hjá OM her

Fylg ódnini Irma her á CNN