Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgreglan hevur fingið nýtt telefonnummar

Helgi Abrahamsen

Um tú skalt ringja til løgregluna, og tað ikki hevur skund, so ber nú til at ringja 1 1 4.

Um tú skalt ringja til løgregluna, og tað ikki hevur skund, so ber nú til at ringja 1 1 4.

Hetta merkir, at tann sum ynskir samband við politiið til vanligar politiuppgávur, sum t.d. at fráboða eitt brotsverk ella bara hevur brúk fyri upplýsingum ella vegleiðing um eitthvørt, sum t.d. loyvi, pass ella annað, kann ringja til 1 1 4 í staðin fyri 351448, sum tó framvegis verður í brúki,  stendur   í  eini fráboðan frá  løgregluni.

Bráneyðug boð skulu framvegis avgreiðast á  1 1 2.

Telefontænastan á  1 1 4 kann nýtast uttan mun til, hvar  í landinum ein býr.  1 1 4 svarar alt samdøgrið.

Harleyfacadeacryl