Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgreglan í Týsklandi fremur átak ímóti IS í morgun

Helgi Abrahamsen

Týska løgreglan fór tíðliga í morgun undir eitt víðfevnt átak móti IS.

Týska løgreglan fór tíðliga í morgun undir eitt víðfevnt átak móti IS.

Hundranðtals politistar eru við í átakinum, sum er vent ímóti fleiri enn 200 íbúðum og skrivstovum hjá salafistabólkinum “Tann sanni átrúnaðurin” og teirra viðhaldsfólkum.

Kanningararbeiðið byrjaði, sambært løgregluni, klokkan 6:30 í Berlin og fleiri aðrastaðni í Týsklandi.

Salafistarnir fylgja eini konservativari tulking av islam og sharialógini, og tað skapti ófrið í Týsklandi, tá teir her fyri boðaðu frá, at teir ætlaðu at býta út, ókeypis, 25 milliónir eintøk av koranini. Eisini hava myndugleikarnir varnast, at ein 19 ára gamal maður, sum verður hildin at vera knýttur at IS, hevur kannað ymiskar bygningar í Berlin. Hann er nú undir illgruna fyri at hava lagt eina ætlan um yvirgang til rættis.

Týsku myndugleikarnir hava seinastu tíðina økt munandi um tilbúgvingina móti yvirgangi.