Nýtt løgting varð valt tann 19. januar í ár og nýggja løgtingið fór í summarfrí fýra mánaðar seinri – tann 31. mai. Síðani er eittans mál avgreitt í løgtinginum og løgtingið hevur verið saman 42 tímar seinastu fýra mánaðarnar
Kelda: www.logting.fo
Summarfrítíðin hjá løgtinginum var 8 vikur og síðani tingið kom saman aftur á Ólavsøku hava 9 tingfundir verið í sjey vikur.
Ikki kann sigast at løgtingið hevur verið sera virkið síðan tingið fór í summarfrí í mai mánaða.
Einasta málið, sum løgtingið hevur avgreitt seinastu fýra mánaðarnar er nóg umrødda uppskotið um broytingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap – har samgongan kom í minniluta.
Ein løgtingslimur far umleið 33.000 krónur í løn um mánaðan + ymiskar viðbøtur – ferðaútreiðslur o.a.
Ikki hevur eydnast okkum at fingið fatur á roknskapartølum men um vit rokna í høvdinum – og seta tølini lágt so hava løgtingslimir í minstalagið fingið 5 milliónir krónur útgoldnar í lønum frá landskassanum, nú eittans mál er avgreitt.
Tingfundir síðan 31/5-08
31/7
5/8
8/8
13/8
14/8
15/8
22/8
9/9




