Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið samtykt at loyva frítíðarsiglarum hægri promillu enn útróðrarmonnum

John William Joensen

Tey 5 í promillubólkinum hjá løgtinginum fingu endiliga við triðju viðger nóg stóra undirtøku í løgtinginum fyri at loyva frítíðarsiglarum at hava hægri promillu enn útróðrarmonnum.

Tey 5 í promillubólkinum hjá løgtinginum fingu endiliga við triðju viðger nóg stóra undirtøku í løgtinginum fyri at loyva frítíðarsiglarum at hava hægri promillu enn útróðrarmonnum.

Stríði stóð um bátar í støddini upp til 12 metrar og við aðruviðger feldi tingið uppskotið frá promillubólkinum men við 3. viðger løgdu Janus Rein, Páll á Reynatúgvu, Aksel V. Johannesen, Kristiannu Winther Poulsen og Bjarna Djurholm fram broytingar uppskot har tey høvdu slaka 0,1 promillu.

Sostatt kunnu menn við frítíðarbátum sum eru upp til 12 metrar langir og sum ikki sigla skjótari enn 15 míl hava eina promillu uppá 0,4 meðan útróðrarmaður á veg til vinnuligan fiskiskap einans kann hava 0,2 í promillu.

Tað var upprunaliga bátafelagið í Havn sum ynsktu eina hægri promillu og hesum ynskinum eftirlíkaði løgtingið beint áðrenn summarfrítíðina.

Undir orðaskiftinum kom fram at lógin fær gildið áðrenn Bátafestivalin á Toftum.