Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið samtykti at kanna Landssjúkrahúsið og ikki sjúkrahúsverkið

John William Joensen

”§ 3 Fíggjarmál – Felagsútreiðslur – 3.11.1. Fyrisiting: Í 2008 verður biðið um 1 mió. kr. til kanning av fíggjarstýringini og -viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum.

Undir viðgerðini av fíggjarlógini var nógv tosað um at gera eina kannin av yvirforbrúkinum á landsjúkrahúsinum og summir politikarar mæltu til at kanna alt heilsuverkið.

Men tá lógin kom til atkvøðugreiðlsu var hesin lógarteksturin samtyktur (síða 47 í fíggjarlógini):
”§ 3 Fíggjarmál – Felagsútreiðslur – 3.11.1. Fyrisiting: Í 2008 verður biðið um 1 mió. kr. til kanning av fíggjarstýringini og -viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum. Harumframt verður biðið um 200 tkr. so at aðalráðið kann koma upp
aftur á fulla normering. Hendan hækkanin slær fult út í 2009.”

Sostatt er greitt at løgtingið bert hevur játta pening til at kann landssjúkrahúsið – men úr fíggjarmálaráðnum verður sagt at hetta hevur ikki so stóran týdning.

– Ynskir landsstýri at gera eina breiðari kanning av heilsuverkinum so er tað sjálvandi í lagið – bara kanningin ikki verður dýrari enn tað sum er játta á fíggjarlógini.

– Í álitinum frá fíggjarnevndini verður eisini orði heilsuverk brúkt – men hinvegin er rætt at tað stendur Landssjúkrahúsið í lógini.

Sum Norðlýsið skilir so er tað upp til fíggjarmálaráðharran at avgerða um kanningarbólkurin, sum settur verður eisini skal koma við tilmælum um Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.

Øll (5) sjúkrahúsálit sum eru gjørd av sokallaðum serfrøðingabólkum – har smærri sjúkrahúsini ikki eru umboðaði – hava mælt til at niðurleggja smærri sjúkrahúsini.

Harleywoodpaint