Løgtingið samtykti einmælt fyri løtu síðan við aðru viðgerð at yvirtaka allan partapeningin í Atlantsflogi. Síðani var pausa í tveir minuttir til triðja viðgerð var og málið endaliga samtykt í løgtinginum.

Atlantic skal rinda 30 mió. Úr kassanum og lána aðrar 40 mió. Kr.
Eyðgunn Sámuelsen, úr Javnaðarflokkinum, sigur at Javnaðarflokkurin tók undir við at tað almenna yvirtekur privata partapeningin í flogfelagnum.
– Eftir at samgongan kundi staðfesta at tað ikki var undirtøka í Løgtinginum fyri at einskilja Atlantic Airways var tað í prinsippinum rætt at landið keypir privata partin av felagnum.
– Men vit mótmæltu viðgerini í løgtinginum tí vit fingu als ikki nøktandi upplýsingar um hvørjar avleiðingar tað far fyri flogfelagið at felagið nú noyðist at brúka fíggjarorku uppá at keypa privatu eigararnar út. Sum skilst verður mett at tað kemur at kosta felaganum 70 mió, kr. har helvtin verður fíggja við lántøku.