Óli Breckmann atkvøddi fyri uppskotinum fyri at sleppa Føroyum og vesturheiminum undan ávirkan frá turriklæðs-kløddu arabarunum og Heini O. Heinesen sá eina nýggja ístíð fyri sær.
Luftin í løgtinginum var reinsað í dag tá allir flokkar samtyktu uppskot um at skerja útlátið av veðurlagsgassum fyri løtu síðan.
Lógaruppskotið fekk drúgva umrøðu – men ymiskt var hvussu tinglimir mettu um góðskuna í uppskotinum.
M.a. helt Heini O. Heinesen at nýggjasta vitanin á økinum segði at ein nýggj ístíð var á veg. Hann helt at tað var ov seint at gerða nakað við veðurlagsbroytingarnar og tí ivaðist hann í nyttuni heimurin fekk burtur úr veðurlagsavtaluni.
Óli Breckmann trúði einki uppá tað sum nýggju veðurgudarnir siga um menniskja skapt árin á náttúruna men hann helt tað verða positivt um uppskotið kundi gera Føroyar og Vestur heimin minni tengt at Olju.
– Høvdu vit sloppi undan at keypa frá dadlu etandi arabarunum so er nógv vunnið – helt tíngmaðurin og fyrrverandi fólkatingslimurin fyri.




