Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið samtykti ikki uppboðsøluna og vildi ikki avtaka samdøgursfrádráttin

John William Joensen

Týðandi uppskot hjá landstýrinum vunnið ikki frama í løgtinginum og hetta fekk ávirkan á fíggjarlógina. Harafturat vildi landstýrið útseta Nólsoyarferjuna afturum Sandoyartunnilin, men meirilutin í løgtinginum undirstrikar at hendan avgerð er ikki endalig

Týðandi uppskot hjá landstýrinum vunnið ikki frama í løgtinginum og hetta fekk ávirkan á fíggjarlógina. Harafturat vildi landstýrið útseta Nólsoyarferjuna afturum Sandoyartunnilin, men meirilutin í løgtinginum undirstrikar at hendan avgerð er ikki endalig

Meirilutin í fíggjarnevndini, sum er samgonguumboðini skrivað í seinasta álitinum:

……Landsstýriskvinnan hevur tikið málið um at strika samdøgursfrádráttin aftur, og tí verður samdøgursfrádrátturin sjálvsagt ikki strikaður, soleiðis sum viðmerkingarnar í álitinum kundi bent á.

Somuleiðis er ein orðing í álitinum sum bendir á, at kommunurnar eru partur í fíggingini av skattalættanum. Sum kunnugt varð henda ætlan broytt, og er tað nú einans landskassin sum ber kostnaðin av skattalættanum. Tessvegna skulu kommunurnar ikki hava endurgjald í sambandi við skattalaættan til lág – og meðalinntøkur.

Somuleiðis varð skotið upp frá landsstýrinum at spara 500 tús kr. til frítíðarundirvísingina, ein játtan, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri alt landið. Hesa sparing hevur fíggjarnevndin ikki tikið undir við, og tessvegna skuldi einki broytingaruppskot verið umrøtt í álitinum frá fíggjarnevndini.

……..

Í viðmerkinginum frá meirilutanum um Strandfaraskip Landsins stendur, at Nólsoyarferjan er útsett til eftir at Sandoyartunnulin er komin. Henda avgerð er ikki endalig.

Tí tað er umrøtt í samgonguni, at í langtíðaríløguætlanini, skal Nólsoyarferjan flytast longur fram.

Í broytingaruppskotinum til 3. viðgerð verður staðfest, at samtykta lógaruppskotið um gjøld á fiskivinnuna ávirka inntøkur landskassans á tann hátt, at inntøkurnar verða 13 milliónir lægri enn samgongan hevði væntað, um lógaruppskotið, sum liggur í vinnunevndini hevði verið samtykt. …..