Álit um Løgtingsfíggjarlóg verður ikki viðgjørt fyrr enn 28. desember, og løgtingsformaðurin sendi tingið heim uttan at nakar veit nær málið um uppboðssølu kemur aftur úr nevnd. Løgmaður segði annars fyrr í kvøld at álitini fóru at koma úr nevndunum í kvøld.

Klokkan var farin hálvan tíma um miðnátt, tá løgtingsformaðurin sendi tingið heim í jólafrí uttan at fíggjarlógin varð avgreidd.
Men áðrenn tingið fór heim boðaði løgtingsformaðurin frá at álitið um fíggjarlógina var komið frá fíggjarnevndini og verður viðgjørt í tinginum 28. Desember.
Men tað verður uttan inntøkurnar frá uppboðssøluni av veiðurættindum í Barentshavinum, tí vinnunevndin hevur biðið um eitt responsum frá løgtingsumsitingini um avleiðingar av uppboðssøluni .
KVF skrivaði fyrr í kvøld:
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í Degi og Viku fyrr í kvøld, at álitið frá vinnunevndini kemur í kvøld, men hann vildi ikki siga, hvat stendur í álitinum.
Løgtingið bíðar eisini eftir álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina. Álitið frá vinnunevndini verður avgerandi fyri, hvussu álitið um fíggjarlógina fer at síggja út.
Men tingið tykist ikki rætta seg eftir tí sum løgmaður ætlar.