Jógvan Fríðriksson, bispur, heldur at visiónin um eina betri fólkakirkju livir framvegis – hóast støðan á prestagørðum er sera vánalig.
Seinastu árini er matriella støðan á føroysku prestagørðunum versnað munandi.
Nógvir av prestagørðunum eru í so ringum standi at umhugsað verður um tað er rætt at lata fólk búgva í teimum, sigur Jógvan Fríðrikson, sum má staðfesta at eingin politiskur vilji er til at umvæla prestagarðarnar kring landið, sum í nógvum førum eru i sera vánaligum standi.
– Høvuðsorðsøkin til at støðan er so ring í dag er uttan iva tann at yvirtøkan av fólkakirkjuni dróg út.
– Seinastu 10 til 15 árini hava danir vita at føroyingar skuldu yvirtaka fólkakirkjuna og tí var ikki vilji til at brúka meira pening í Føroyum. Men tá arbeiði við yvirtøkuni dróg út gjørdist støðan við embætis-íbúðunum hjá prestum kring alt landið bara verri.
– Nú kann onkur seta spurnartekin við um at er neyðugt at hava prestagarðar – um prestar eins og onnur ikki bara sjálvir skulu syrgja fyri egnum húsum. Ein orðsøk til at vit hava prestagarðar er at tað skal verða lætt hjá prestum at skifta millum ymisku sóknurnar og prestagarðarnir eru jú eisini almennir stovnar sum umsita m.a. kirkjubøkurnar og virka sum skrivstova hjá almennu kirkjuni. Prestur býr heldur ikki ókeypis – hann býr til leigu.
– At eingin peningur er til umvælingar er sera hugstoytt og serliga tá hugsað verður um at hesin peningur hevði allur farið til arbeiðsskapandi tiltøk í bygdum og býum kring alt landið.
Dreymurin ella visiónin livir enn
Hóast Jógvan Fríðriksson bispur stendur spyrjandi yvir fyri vantandi játtan úr løgtinginum, so heldur hann ikki at føroyska fólkakirkjan er í kreppu.
– Eitt av endamálunum við at yvirtaka fólkakirkjuna var m.a. at vit skuldu fáa eina betri fólkakirkju og hóast tað ikki hevur gingið so gott sum ein kundi vóna, so trúgvi eg at vit fara at koma á mál – men tað fer kanska at taka longur enn vit ímyndaðu okkum.




