Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið vil hava c,x,w og hinar “óføroysku-bókstavirnar” við í alfabeti

John William Joensen

Í dag samtykti løgtingið eina áheitan á Føroya landsstýrið um at skipað eitt málráð har ymiskar málpolitiskar fatanir verða umboðaðar, og sum fær myndugleika at gera av spurningar av málsligum slagi.

Sjúrður Skaale, sum eigur upprunauppskotið er væl nøgdur við semjuna í mentunnarnevndini.

– Ístaðin fyri at samtykkja alfabeti við lóg so verður eitt málráð sett saman at viðgerða hendan og aðrar líknandi spurningar.

– Men samstundis er breið semja í løgtinginum um at fáa látínsku bókstavirnar inn í føroyska stavraði og hetta er eisini partur av tilmælinum frá løgtinginum til málráði.

– Eg kundi sjálvandi valt at hildið fast við uppskotið og kanska fingið tað samtykt við einum teprum meiriluta í løgtinginum – men eg valdi heldur at fara eftir einari breiðari semju um hendan spurningin.

– Stórur meiriluti av tingfólkunum tók undir við at vit skulu hava lantínsku bókstavirnar í føroyska stavraðnum – men ikki allir vóru samdir um hetta skuldi gerast við eini løgtinginslóg.

– Ein uppgáva hjá okkum politikarum er eisini at lurta eftir tí sum verður sagt í almenna orðaskiftinum og tað vil eg eisini gerða – og tí haldi eg at málið er komið í eina rætta legu, sigur ein vælnøgdur Sjúrður Skaale.

———-

Niðanfyri endurprenta vit semjuna í mentunnarnevndini, sum bleiv endaliga samtykt í løgtinginum seinrapartin.

Álit í løgtingsmáli nr. 16/2009: Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið

Sjúrður Skaale hevur lagt málið fram tann 13. august 2009, og eftir 1. viðgerð 9. september 2009 er tað beint Mentanarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. september 2009.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við  Føroyamálsdeildina, Málfelagið, Djóna Dalsgarð, Berg Rasmussen og landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø. Jonhard Mikkelsen var eisini boðin á fund, men fekk ikki komið. Hann sendi tí nevndini viðmerkingar sínar skrivliga.

Harumframt hava onnur fólk sent nevndini skrivligar viðmerkingar og tilmæli.

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:
Tað kann fáa óhepnar avleiðingar, um Løgtingið við lóg ger av málfrøðiligar spurningar.
Men samstundis ásannar nevndin, at vit í løtuni ikki hava nakran stovn í Føroyum, sum hevur myndugleika á hesum øki.

Tað hevur m.a. havt við sær, at fleiri ymisk stavrøð verða brúkt í skúlum og aðrastaðni – men einki teirra er autoriserað sum tað rætta. Í nøkrum skúlabókum eru bókstavirnir CWQZ og X við í stavraðnum – men aðrastaðni eru teir ikki við.

Hetta heldur nevndin vera óheppið.

Nevndin er samd um, at stavraðið eigur at vera tað sama frá skúlabók til skúlabók og fra skúla til skúla. Og nevndin heldur, at hetta stavrað eigur at endurspegla tann veruleika, at stavirnir CWQZ og X verða nógv nýttir í Føroyum, og tað koma støðugt fleiri orð og heiti inn í dagliga málið, sum stavast – og bara kunnu stavast – við hesum bókstavum.

Nevndin heldur tað eisini vera ein fyrimun at hava hesar stavir til at taka, tá altjóða orð og heiti verða føroyskað og lagað til føroyskar málreglur.
Um stavraðið ikki hýsir hesum bókstavum, fer ein støðugt størri partur av tí máli, sum brúkt verður í Føroyum, at liggja uttan fyri okkara egna stavrað.
Spurningurin um stavraðið er ikki bara málfrøðiligur, men eisini politiskur. At ein avmarkað útgáva av stavraðnum var partur av grundarlagnum undir navnalógini hevði t.d. avgerandi týdning fyri hesa lóg. Ein óheppin avleiðing var, at óneyðuga mong nøvn fullu uttan fyri tað, sum góðkent verður.

Samanumtikið heldur nevndin, at 1) Føroyar bara eiga at hava eitt stavrað, 2) at hetta stavrað skal vera autoriserað, og 3) at tað skal hýsa stavunum CWQZ og X eins og stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skilt við.

Nevndin hevur skilt á landsstýriskvinnuni, at ætlanin er, í samsvari við tilmælið í Málmørkum, at víðka verandi Málnevnd til eitt Málráð, ið ikki bara skal vera vegleiðandi, men eisini skal hava myndugleika til at gera av málfrøðiligar spurningar.
Hesum tekur nevndin undir við treytað av, at Málráðið verður so breitt samansett, at fleiri fatanir koma til orðanna í ráðnum.

Nevndin heldur, at spurningurin um stavraðið eigur at verða viðgjørdur í hesum ráði, men heldur eisini, at Løgtingið bæði kann og eigur at geva sína hugsan til kennar um hetta mentanarpolitiska mál.
Hesar viðmerkingar skulu tí skiljast sum eitt tilmæli frá Løgtinginum til verandi Málnevnd og til tað málráð, sum ætlanin er at seta.
Men nevndin heldur seg ikki hava førleika til at gera nakað tilmæli um, hvussu raðfylgjan í stavraðnum skal vera, og um strikubókstavir og tvíljóð eiga at hava egið pláss í raðnum ella ikki.

Hetta eru spurningar, sum Málráðið eigur at gera av. Við støði í hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t:
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at skipa eitt málráð, har ymiskar málpolitiskar fatanir verða umboðaðar, og sum fær myndugleika at gera av spurningar av málsligum slagi.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Mentanarnevndin, tann 30. september 2009
Magni Laksáfoss
Jógvan á Lakjuni
Óli Breckmann
Eyðgunn Samuelsen
Marjus Dam
Sjúrður Skaale
Sámal Petur í Grund