Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin seksti

Oliver Joensen

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hevur sent okkum hesa grein um løgtingsformannin, sum ídag, leygardagin, heldur sín 60-ára føðingardag.

 
LØGTINGSFORMAÐURIN SEKSTI




Minnist ilt á hesar túrarnar við mjólkabátunum, ið vóru so drúgvir sum ónd ár. Men soleiðis gjørdist Oyri eisini ein partur av universinum hjá okkum, sum búðu eystanfyri bulmiklu fjallarøðina í Eysturoy. Pól var eitt vegamót í øllum hesum. Mundi eiga dastið av vørunum sum vórðu skipaðar upp á bryggjuna og legði hús til alt ferðafólkið frá Gjógv, av Eiði og norðan úr Gimbrunum, sum bíðaði eftir at sleppa inn á Skálafjørðin ella til Havnar. Tað sigst, tað man nú vera ein mýta, at hendan legendan var bara tríggjar ferðir í høvuðsstaðnum. Hann hevði annað at taka sær fyri enn at ganga undir hatti og í spískum svartaskóm og spýta langt í havnargøtum. Røktingarmaður, handilsmaður, útgerðarmaður, virkisleiðari. Saman við skilagóða bróðuri sínum, Jógvani, rak hann familjufyritøkuna firma O.C. Joensen, og menti hana til at gerast eina av stórstu og mest arbeiðsskapandi fyritøkunum í landinum. Hann var eisini umboðsmaður. Seldi kraftfóður og sement. Soleiðis kom eg seinri at kenna hendan pressaran av einum skyldmanni norðuri á Oyri. Koyrdi lastbil eitt skiftið, og tá ið vegurin í Norðskálatunlinum skuldi stoypast gjørdu vit onkuntíð eitt rend út á Oyrar at lána sement frá Póli tá ið tað var farið at ganga undan á goymsluni hjá abba mínum úti á Glyvrum. Ein sannur fróðarmaður. Kendi hvørja kleyv í landinum. Eisini á skræðuni. Og var sera væl kunnaður um tað sum fyrifórst í heiminum. Hann legði nógv í slektina og skyldskapin, og minnist eg serliga væl til, at hann einaferð segði mær, at tað vóru tvey sløg av sambandi í Eysturoy, tað stokkonservativa, ið hevði breitt seg úr Lamba, og so teir meira hóvligu og liberalu, og hann fjaldi ikki yvir, at hann helt seg hoyra til tað seinra slagið. Og tað eru lív og verk hansara besta prógvið um.