Pauli T. Petersen vildi ikki seta sína undirskrift á broytingaruppskotið frá samgonguni millum aðru og triðju viðgerð.
Talan var um yvir 40 broytingar, sum høvdu eina økta útreiðslu á 16 milliónir. Vestmenningurin Pauli T. Petersen umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevndini og hann er týðuliga ónøgdur eftir hesar broytingar, har sum skilst einstøk landsstýrisfólk og løgtingsfólk hava fingið ymisk ynskir uppfylt við pengaupphæddum. So ónøgdur var Pauli Trond Petersen, at hann ætlaði at taka orðið, sum samgongufólk annars ikki hava gjørt. Tað kom illað við, men løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu setti seg hjá Paula og fekk sissað hann so mikið, at hann tók seg av røðaralistanum.
Norðlýsið er í løgtinginum og fylgir gongdini, har tað ikki bara er í andstøðuni, at ónøgdin er stór, nú so nógvar broytingar eru komnar millum aðru og triðju viðgerð.


