Vit hava leingi verið vitandi um, at danskir myndugleikar hava tað støðu, at lóg um ábyrgd landsstýrismanna ikki er í samsvari við rættargangslógina, staðfestir løgtingsformaðurin. Løgtingið hevur sett Hans Gammeltoft, sum kanningarstjóra, at kanna um m.a. løgmaður hevur framt brot á løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna. Danskir myndugleikar sum hava ábyrgd av ákæru- og dómsvaldinum, viðurkenna ikki nevndu løgtingslóg, tí hon er ikki nevnd í føroysku rættargangslógini. Men løgtingsformaðurin vísir til Løgmann at fáa greiðu á málinum og sum skilst arbeiðir løgmansskrivstovan við spurninginum.
Vit hava leingi verið vitandi um, at danskir myndugleikar hava tað støðu, at lóg um ábyrgd landsstýrismanna ikki er í samsvari við rættargangslógina, staðfestir løgtingsformaðurin. Løgtingið hevur sett Hans Gammeltoft, sum kanningarstjóra, at kanna um m.a. løgmaður hevur framt brot á løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna. Danskir myndugleikar sum hava ábyrgd av ákæru- og dómsvaldinum, viðurkenna ikki nevndu løgtingslóg, tí hon er ikki nevnd í føroysku rættargangslógini. Men løgtingsformaðurin vísir til Løgmann at fáa greiðu á málinum og sum skilst arbeiðir løgmansskrivstovan við spurninginum.
Tann 29/9 sendi Norðlýsið løgtingsformanninum hesar spurningar:
Spurningur 1:
Tá fútin, Statsadvokaturin, Sorinskrivarin og fyrrverandi kanningarstjóri vísa á at lógin um ábyrgd landsstýrismanna stríður ímóti føroysku rættargangslógini hvussu ætlar løgtingsformaðurin at fara víðari um kanningin hjá Gammeltoft staðfestir at landsstýrismaður ella løgmaður hava framt lógarbrot??
Spurningur 2:
Kanningarstjóri skrivar: ……..Men við verðandi lóggávu má man roknað við at um ein ákæri sum er útnevndur av løgmanni ella løgtinginum leggur eitt mál fyri rættarskipanina ferð dómstólurin vísandi til rættargangslógina at avvísa málið……..
Tá tað longu nú er rættiliga ivasamt um rætturin fer at viðurkenna eina niðurstøðu hjá kanningarmálinum sum Gammeltoft stendur fyri – er rættartrygdin hjá teimum sum í hesum málinum verða kannaði sera ivasom. Hevur løgtingið ikki við Gammeltoft kanningini sett landsstýrismann og løgmann í eina støðu har teir eru noyddir at luttaka í eini kanning sum í veruleikanum stríður ímóti grundliggjandi rættindum – har møguleikin fyri at ein tyngjandi niðurstøðu í Gammeltoftmálinum verður hangandi í leysum lofti uttan nakrantíð at standa sína roynd fyri einum dómara?
Spurningur 3:
Er tað ikki uppgávan hjá løgtingsformanninum at tryggja at ivaspurningar í hesum sambandi verða viðgjørdir og avgreiddir soleiðis at rættartrygdin hjá teimum sum løgtingið kannar er í lagið?
Spurningur 4:
Ætlar løgtingsformaðurin og formannskapurin at seta blinda eygað fyri kikaran og lata standa til í hesum álvarsmálið hóast ein rættiliga samd rættarskipan tekur frástøðu til nevndu løgtingslóg. Ætlar formannskapyrin ikki heldur at lurta eftir løgfrøðini á løgmannskrivstovuni, sum ikki er samd í útleggingini hjá fúta, sorinskrivara, statsákæra og kanningingarstjóra? – Sjúrður Rasmussen mælir nevnuliga staðiliga til at løgfrøðiliga ósemjan verður fingin uppá pláss áðrenn skipanin verður roynd í verki
Og í dag svarar løgtingsformaðurin::
Tit hava í telduposti sent løgtingsformanninum nakrar fyrispurningar um samsvar millum lógina um ábyrgd landsstýrismanna og rættargangslógina.
Hvat viðvíkur tí fyrsta spurninginum, so er ikki møguligt enn at meta um, hvat úrslitið av kanningini verður.
Men verður lógarbrot á einhvønn hátt staðfest, so er tað ikki uppgávan hjá løgtingsformanninum at taka stig til, hvat víðari skal henda.
Tað verður løgtingið sjálvt, sum við uppskoti til samtyktar (grein 48 stk. 1 pkt. 7 í tingskipanini) tekur støðu til, um ákæra skal reisast.
Hvat viðvíkur hinum trimum spurningunum frá tykkum, so hava vit leingi verið vitandi um, at danskir myndugleikar hava mett, at lógin ikki er í samsvari við rættargangslógina.
Tað er tó ikki løgtingið ella løgtingsformaðurin, sum fyrst og fremst eigur at taka stig til at fáa hetta í rættlag, men landsstýrið, og sum vit vita, so arbeiðir landsstýrið við málinum, sum jú eisini framgongur av teimum skjølum, tit hava fingið innlit í.
Mín uppgáva sum løgtingsformaður í sambandi við verandi kanning hevur verið at gera tað, sum grein 38 í stýrisskipanarlógini áleggur mær: at seta ein kanningarstjóra, sum landsstýrismálanevndin hevur kravt.




