Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsins umboðsmaður ger neyvan meira við makrelmálið

John William Joensen

Dimmalætting skrivar í gjár at formaðurin í Vinnunevnd løgtingsins bíðar í spenningi eftir niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni í samband við kæru sum Høgni Mohr hevur sent umboðsmanninum.

Dimmalætting skrivar í gjár at formaðurin í Vinnunevnd løgtingsins bíðar í spenningi eftir niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni í samband við kæru sum Høgni Mohr hevur sent umboðsmanninum.

Tað var tann 7. Mars í 2012 at Høgni Mohr og Tróndur Høgnason sendu fiskimálaráðnum umsókn um at fáa part av makrelkvotuni undir Føroyum. “…nøgdin, vit kundu hugsað okkum er 200 tons…” skrivaðu teirbáðir í upprunaligu umsóknini.

Tann 9. Juli svarar Fiskimálaráðið at “... sambært § 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru tað bert persónar og feløg, sum eiga fiskifør, ið hava veiðiloyvi sambært § 5, stk, 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kunnu fáa rættindi sambært §5, stk. 4-9 i somu lóg – ta er at fáa fiskiloyvi og rættindi at fiska….”.


Kennir seg verða fyri mismuni.

Í telduposti til Fiskimálaráðið tann 4. August 2012 skriva Høgni Mohr og Tróndur Høgnason at teir kenna seg verða fyri mismuni og um ikki fiskimálaráðið broytir støðu verður ráðið stevnt eftir endurgjaldi. Eisini verður boða frá í teldupostinum at málið verður sent løgtingsins umboðsmanni.

Fiskimálaráðið endurtekur í svarskrivið tann 11. September 2012 at um umsøkjararnir ikki kunnu vísa á at teir eiga skip ella bát so fær ráðið ikki gingið umsóknini á møti. Eftirfylgjandi bleiv málið kært til løgtingsins umboðsmann.


Ferð neyvan at viðgera málið

Dimma skrivar í gjár at løgtingsins umboðsmaður er farin undir at viðgera kæruna, men hetta er ikki heilt rætt. Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður sigur at hon ikki kann viðgera málið, um landsstýrismálanevndin velur at fara inn í málið.

– Vit hava sent málið til hoyringar fyri at kanna sjálva viðgerðina av málinum, men um Landsstýrismálanevndin ferð at viðgera kæru um bíti av makrelkvotuni er løgtingsins umboðsmaður fráskorðin frá at viðgera kæruna frá Høgna Mohr og Tróndur Høgnason.

– Tá landsstýrismálanevndin er omanfyri umboðsmannin ber ikki til hjá okkum at viðgera málið – heldur ikki aftaná at landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu.

– Eg taki ikki endaliga støðu fyrr enn eg havi lisið niðurstøðuna sum landsstýrismálanevndin kemur til. Men um Landsstýrismálanevndin tekur støðu til sjálvt málið so eru vit fráskorðin frá at viðgera málið eftirfylgjandi.