Í vár skrivaði Norðlýsið um fiskiskapin við Flemich Kap og kundi m.a. avdúka at ”olympiski fiskiskapurin” har skip í staðin fyri eginkvotur fiskaðu um kapp av eini felagskvotu elvdi til at stórur partur av lastini hjá ávísum skipum ikki var egna til mannaføði.
Í vár skrivaði Norðlýsið um fiskiskapin við Flemich Kap og kundi m.a. avdúka at ”olympiski fiskiskapurin” har skip í staðin fyri eginkvotur fiskaðu um kapp av eini felagskvotu elvdi til at stórur partur av lastini hjá ávísum skipum ikki var egna til mannaføði.
Fiskiveiðieftirlitið hevði eygleiðarar umborð á skipunum, sum fiskaðu við Flemich Kap og tí spurdu vit VØRN um hví stovnurin ikki hevði varskógva aðrar myndugleikar – eitt nú Heilsufrøðiligustarvsstovuna – um skilið. Svarið frá VØRN var at tað var ikki uppgávan hjá Vørn at renna ørindi fyri Heilsufrøðiligustarvsstovuna.
Harafturat noktaði vørn at geva innlit í tær frágreiðingar sum eygleiðararnir høvdu skriva um skilið umborð í samband við fiskiskapin á Flemish Kap. Norðlýsið kærdi til Fiskimálaráðið men vørn gjørdi greitt at frágreiðingarnar kundu ikki brúkast ella lata almenninginum tí hetta kundi skaða arbeiði og samstarvið við reiðarrí og manningar.
Fiskimálaráðið gav VØRN viðhald og avgjørt var ikki at geva Norðlýsinum innlit í frágreiðing hjá eftirlitsfólkunum sum m.a. vóru til umborð á Ran til fiskiskap á Flemish Kap.
Tann 30. Juni kærdi Norðlýsið avgerðina hjá Fiskimálaráðnum til Løgtingsins Umboðsmann.
Í morgun fekk Norðlýsið bræv frá Løgtingsins Umboðsmanni við kopi av brævið sum umboðsmaðurin hevur sent fiskimálaráðnum tann 20. August.
Har skrivar umboðsmaðurin at stovnurin hevur fingið skjøl og viðmerkingar frá Fiskimálaráðnum 19. August, men umboðsmaðurin er ikki nøgdur við at frágreiðingarnar hjá eygleiðarunum ikki eru send umboðsmanninum:
”…Sambært skjølum, sum umboðsmaðurin, hevur fingið, eru eftirlitsfrágreiðingarnar, sum innlit var biðið um, ikki við. Biðið verður um, at Fiskimálaráðið sendir umboðsmanninum avrit av teimum eftirlitsfrágreiðingum, sum klagarin bað um innlit í……”




