Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsins Umboðsmaður minnir á Barnarættindasáttmálan

Helgi Abrahamsen

Løgtingsins Umboðsmaður hevur sent skriv til myndugleikar í Føroyum, har hon kunnar um rættindini hjá børnum og ungum at verða hoyrd í samsvari við Barnarættindasáttmálan.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur sent skriv til myndugleikar í Føroyum, har hon kunnar um rættindini hjá børnum og ungum at verða hoyrd í samsvari við Barnarættindasáttmálan.

”Eitt barn, sum er ført fyri at orða sína egnu meining, hevur rætt til frítt at greiða frá sínari hugsan í øllum viðurskiftum, sum hava eina ella aðra ávirkan á barnið. Hetta er galdandi bæði í málum, sum barnið sjálvt hevur tikið stig til og í málum, sum onnur hava tikið stig til.” Tað skrivar Løgtingsins Umboðsmaður í eini fráboðan í dag.

Tann 1. oktober 2014 fekk Løgtingsins umboðsmaður uppgávuna at hava eitt serligt eftirlit við børnum og ungum. Hetta merkir, at Umboðsmaðurin skal millum annað halda eyga við, at ST-Barnarættindasáttmálin verður fylgdur. Í málum sum eru komin inn til stovnin, hevur verið tó verið ein ábending um, at børn ikki altíð verða hoyrd, og tí minnir Umboðsmaðurin á rættindini hjá børnum og ungum at verða hoyrd.

Sum dømi verða nevnd mál, tá foreldrini verða sundurlisin, ættleiðing og fráboðan til barnavernd.

Tað er ikki neyðugt, at barnið hevur eina meining um sjálvan spurningin, sum avgerð skal takast um. Tað er nóg mikið, at barnið er ført fyri at meina okkurt av týdningi í sambandi við spurningin, sigur Løgtingsins Umbosðmaður.

Alt brævið frá Løgtingsins Umboðsmanni kann lesast her