Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsins umboðsmaður umhugsar at geva almenninginum innlit í fiskiskapin á Flemich Kap

John William Joensen

Hóast tað kom sum ein skelkur fyri almenningin tá Norðlýsið almannakunngjørdi myndir, sum vístu hvussu lítið skil var umborð tá landsstýrið loyvdi skipum at kappfiskað á Flemich Kap, so eru sterkar ábendingar um at í hvussu so er embætisverki í Fiskimálaráðnum kendi alt til støðuna.

Hóast tað kom sum ein skelkur fyri almenningin tá Norðlýsið almannakunngjørdi myndir, sum vístu hvussu lítið skil var umborð tá landsstýrið loyvdi skipum at kappfiskað á Flemich Kap, so eru sterkar ábendingar um at í hvussu so er embætisverki í Fiskimálaráðnum kendi alt til støðuna.

Vørn hevði nevniliga eygleiðarar umborð á føroysku skipunum, har fleiri av teimum skipum sum fiskaðu við loyvi og vælsignilsi frá landsstýrinum ikki vóru útgjørd til fiskiskap og tær avbjóðingar sum eru á Flemish Kap. Myndirnar av klumpaðum fiski í lastini á Ran eru sum leysasøgur vilja verða við ikki eindømi.

Norðlýsið spurdi fyrst Vørn um hví stovnurin ikki varskógvaði aðrar myndugleikar so sum Heilsufrøðiligustarvsstovuna, og svari var at Vørn hevði ikki til uppgávu at renna ørindi fyri aðrar stovnar.

Norðlýsið bæð síðani um innlit í frágreiðingararnar hjá eygleiðarunum sum vóru við skipunum sum fiskaðu á Flemich Kap men tað varð noktað okkum, bæði av Vørn og Fiskimálaráðnum.

Síðani kærdu vit til Løgtingssins Umboðsmann sum hevur sitið á málinum síðan.

– Hetta er eitt serligt mál tí her eru atlit at taka og tí kanna vit í løtuni hvussu slík mál vera viðgjørd í øðrum londum og lesa ymiskar løgfrøðiligar útgreiningar, segði Løgtingsins umboðsmaður í morgun. Hon dugdi ikki at siga nær hon fór at taka eina avgerð, men sum vit skiltu so gekk hon á bæði í løtuni.

Tann 13. Mai 2014 grundgav Vørn soleiðis fyri hví frágreiðingarnar hjá eygleiðarunum ikki máttu síggjast av almenninginum:

….Vørn skal viðmerkja, at umframt avgerðina og umbønina, eru skjølini í málinum:

1. Ein frágreiðing frá eygleiðaranum, sum lýsir hvussu fiskiskapurin hevur verið skipaður og meira subjektivt greiðir frá, hvussu eygleiðarin hevur sæð uppá tað sum hevur fyrigingist umborð.

2. Harumframt er ein onnur eygleiðarafrágreiðing frá túrinum. Ein sokallað “Standardized Observer Report”, smbr. Annex II. M í NAFO reglugerðini: Conservation and Enforcement Measures, Serial No. N6272.

Afturat verandi grundgeving, vil Vørn leggja afturat, at smbr. § 13, stk. 1, nr. 4 í lóg um alment innlit, kann rætturin til skjalainnlit avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fremjing av almennum eftirlitið. Í hesum føri er talan um, at Vørn setur eygleiðarar umborð á fiskiskip fyri at kunna vera eygu og oyru hjá stovninum. Samskifti, sum verður í hesum sambandi, er tí javnan á einum óformellum støði, hvar í eygleiðarar boða frá í vanligari talu, hvat fyriferst umborð. Tað hevur stóran týdning, at eygleiðarin kann boða frá, frítt frá livrini, so at siga, hvat nærri fyrigongst. Um avgerð verður tikin um, at eygleiðarafrágreiðingar skulu vera almennar, fer hettar at føra við sær, at tílíkt samskifti ikki longur gerst gjørligt. Harumframt skal havast í huga, at eygleiðarar skulu liva umborð saman við manningunum kanska nógvar túrar afturat, eftir at eygleiðarafrágreiðingin verður almannakunngjørd, og at hettar kann gera umstøðurnar hjá viðkomandi eygleiðara soleiðis, at tað ikki verður liviligt umborð, umframt at tað álit, sum er í dag millum Vørn sum eftirlitsmyndugleiki og skipini, verður versnað munandi. Vørn metur tískil harafturat, at frágreiðingin ikki skal gerast almenn, av munandi umhugsni viðvíkjandi fremjing av almennum eftirliti.