Í gjár feldi løgtingið eitt uppskot frá 6 tingfólkum sum í verki hevði gjørt mun á vinnuligum- og frítíðarsiglarum í samband við rúsdrekka. Landsstýrismaðurin kallaði broytingaruppskotið ørskapur og læs úr einum frámæli frá umsitingini har sagt var at sjálvt edrú embætisfólk fóru at hava stórar trupuleikar við skilja hvussus lógin skuldi hondhevast um broytingin frá Janus Rein, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristionnu Winther Poulsen, Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen varð samtykt
Í gjár feldi løgtingið eitt uppskot frá 6 tingfólkum sum í verki hevði gjørt mun á vinnuligum- og frítíðarsiglarum í samband við rúsdrekka. Landsstýrismaðurin kallaði broytingaruppskotið ørskapur og læs úr einum frámæli frá umsitingini har sagt var at sjálvt edrú embætisfólk fóru at hava stórar trupuleikar við skilja hvussus lógin skuldi hondhevast um broytingin frá Janus Rein, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristionnu Winther Poulsen, Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen varð samtykt
Í gjár viðgjørdi løgtingið ”Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum”
Í viðmerkingunum til upprunauppskoti skrivar landsstýrismaðurin m.a.:
… Endamálið við uppskotinum er at bøta um trygdina á sjónum. Við uppskotinum verður sent eitt greitt signal um, at rúsdrekkasigling ikki verður góðtikin. Rúsdrekkasigling er ein álvarslig hóttan móti trygdini á sjónum og kann bæði vera beinleiðis orsøk til óhapp og vanlukkur á sjónum, eins og tað kann økja um skaðiligu avleiðingarnar av óhappum og vanlukkum á sjónum.Við at áseta fast promillumark verða møguleikarnir fyri at hava eftirlit og handhevja reglur um rúsdrekkasigling betraðir, og verður tað lættari at fáa prógv til vega í slíkum málum.
Við uppskotinum verður ásett promillumark á 0,2 fyri alla vinnuliga sigling umframt alla stuttleikasigling við skipum omanfyri 10 metrar til longdar. Stuttleikaskip, sum kunnu sigla skjótari enn 15 sjómíl um tíman, koma undir 0,2 promillumarkið, uttan mun til støddina á skipinum. Harumframt koma vatnskutarar og tílíkt eisini undir 0,2 promillumarkið. Hugtakið “skip” skal eisini skiljast sum tað, sum í vanligari talu verður nevnt “bátur” ella “far”.
Hervið verður miðað ímóti at fáa eina “null-rúsdrekkamentan” á vinnuliga økinum og fyri tey størstu og tey skjótastu frítíðarførini, har vandin er størri fyri skaða, og tað tí krevst størri ansni og reaktiónstíð frá føraranum……
….Í dag er einki greitt promillumark ásett í løgtingslógini um trygd á sjónum, men § 52 í løgtingslógini um trygd á sjónum heimilar revsing fyri at sigla ávirkaður av rúsløgi ella rúsandi evnum. Treytirnar fyri at verða revsaður fyri rúsdrekka- ella rúsevnasigling eru, at viðkomandi “..hevur drukkið rúsløg ella tikið rúsandi evni so mikið til muns, at hann ikki er førur fyri at røkja tænastu sína á fulltryggan hátt.”. Revsingin er bót ella fongsul í upp til 2 ár. …..
….. Sambært galdandi løgtingslóg skal tað sostatt altíð gerast ein ítøkilig og mangan torfør meting og próvførsla av sambandinum millum mongdina av rúsdrekka ella rúsevnum, og hvørja ítøkiliga ávirkan hetta hevur havt á evnini til at føra skip ella útinna annað starv umborð, sum hevur týdning fyri trygdina á sjónum. ….
Bátafelagið í Havn skrivar til Vinnunevndina
Men at landsstýrið ætlar at áseta lágt promillumark hevur fingið øði í frítíðarsiglarnar í Havn og í brævið til Vinnunevndina skrivar Bátafelagið í Havn m.a.:
…. Felagið metir, at ein persónur er førur fyri at sigla ein frítíðarbát á fult forsvarligan hátt, hóast hann hevur drukkið eina ella tvær øl á veg úr eini havn í aðra.
Limum felagsins kunnugt, er ongin vanlukka hend orsakað av, at førarin hevði drukkið eina ella tvær øl. Tá vanlukkur eru hendar, orsakað av rúsdrekka, tá er altíð drukkið nógv meira, enn tvær øl – og promillan væl og virðiliga oman fyri bæði 0,5 og 0,8.
…. Í norðurlondum liggur promillumarkið millum 0,5 og 1,0, – burtursæð frá Svøríki. Og bæði í Finlandi, Norra og Danmark er bátatrafikkurin ofta nógvar ferðir tættari enn nakrantíð í Føroyum, har vit fyri tað mesta sigla á opnum havi, og m.a. tí meinar felagið, at tað ikki er grundarlag fyri, at vit í Føroyum skulu hava strangastu lóggávu á økinum. ….
… Tá limir felagsins fara at sigla, er tað fyri at hugna sær í frítíðini, og hjá summum er tað ein partur av hugnanum, at ein fær eina øl, meðan man siglur og gleðist um sjógvin og føroysku náttúruna. Og verður promillumarkið 0,2, verður tann hugnin burturtikin – uttan sakligt begrundilsi – og tað tekur felagið ikki undir við…..
….Felagið skjýtur upp, at markið verður 0,8 og svarandi til tað í útandingarluftini.
Broytingaruppskot frá 6 av sjey nevndarlimum
Janus Rein, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen, Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen koma síðani við einum broytingaruppskotið og skriva m.a.:
… serfrøðin innan trygd á sjónum, IMO/STCW og Fiskiveiðieftirlitið mæla til at áseta eitt promillumark á 0,5. Eisini hevur meirilutin kannað eftir, hvørji mørk eru galdandi í hinum Norðurlondunum. Ein samd Vinnunevnd er hereftir komin til ta niðurstøðu, at rætt er at hava eitt mark á 0,2 promillu fyri størri skip og bátar, ið sum oftast fevna um vinnuligt virksemi. Meirilutin er eisini komin til, at tað eru viðurskifti, ið tala fyri, at grundarlag ikki er fyri, at áseta eitt so høgt mark á minni stuttleikabátar. Fiskiveiðieftirlitið og ávís bátafeløg hava víst á, at sigling við smábátum ikki kann samanberast við koyring í bili, tí bátarnir ongantíð eru líka tættir sum bilarnir, og at ferðin eisini er væl lægri. ….
… Víðari hevur verið víst á, at eingin vanlukka er hend við stuttleikabátum orsaka av rúsdrekka niðri í tí promilluøkinum. ….
…Meirilutin meinar, at ikki er neyðugt, at hava líka strong krøv til sigling við smærri stuttleikabátum, sum til stór skip og bátar yvir 15 metur. Hetta er eisini sami leistur, ið vit síggja úr hinum Norðurlondunum. Meirilutin mælir til at seta eitt mark á 0,5 promillu til stuttleikabátar, ið sigla skjótari enn ávísa ferð.
…Meirilutin mælir til soljóðandi broytingaruppskot:
….Ásetingarnar eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 15 metrar og styttri….
…. Við hesi broyting verður ásett eitt annað promillumark fyri stuttleikafør, ið eru 15 metrar ella styttri.
Tey koma sostatt ikki undir reglurnar í stk. 1, sum áseta eitt promillumark á 0,20. Fyri hesi før verður promillumarkið ásett at verða 0,50 promilla….
…… Um t.d. eitt stuttleikaskip er 15 metrar og kann sigla 16 sjómíl um tíman, verður nýggja promillumarkið á 0,50….
Kunnu sigla við hægri promillu til og frá Bátastevnum enn loyvt er til og frá Fiskiskapi
Rættiliga harðligt orðaskifti bleiv undir 2. viðger í løgtinginum og Hendrik Old vísti m.a. á at okkurt var ruskandi galið við broytingaruppskotinum. Um broytingin bleiv samtykt kundi ein stuttleikabátur sigla av Havnini við 12 fólkum umborð við eini promillu uppá 0,5. Samstundis slapp ein einsamallur útróðrarmaður ikki at loysa frá bryggju um promillan var hægri enn 0,2. Hann spurdi eisini um hvør skuldi hava eftirlit við hvussu skjótt bátar sigla. Tingmaðurin mælti tinginum frá at samtykkja broytingina og tað sama gjørdi landsstýrismaðurin og fleiri onnur tingfólk. Landsstýrismaðurin hevði biði umsitingina hugt eftir broytingaruppskotinum frá limunum í Vinnunevndini og har var m.a. sagt at embætisfólk skuldu neyvan hava eina promillu sum var meir enn 0,2 fyri at hondhevja tær broytingar sum mælt var til.
Endin var at broytingaruppskotið fall og upprunauppskotið frá landsstýrismanninum varð samtykt.
3. viðger er í dag og so verður spennandi at síggja um løgtingið kann semjast um promillu siglararnar.




