Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingslimir halda at skipanin við bummgjøldum skal endurskoðast

John William Joensen

Nú eru bert sjey tinglimir sum ikki hava svara Norðlýsinum og higartil er ikki meiriluti millum tinglimir at varðveita bummgjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum, sum tey eru skipaði í dag. Ein sera tepur meiriluti sigur beinleiðis noy til at varðveita bummgjøldini og fleir sum vilja varðveita bummgjøldini mæla eisini til eina meira samhaldsfasta skipan.

Nú eru bert sjey tinglimir sum ikki hava svara Norðlýsinum og higartil er ikki meiriluti millum tinglimir at varðveita bummgjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum, sum tey eru skipaði í dag. Ein sera tepur meiriluti sigur beinleiðis noy til at varðveita bummgjøldini og fleir sum vilja varðveita bummgjøldini mæla eisini til eina meira samhaldsfasta skipan.

NORÐLÝSIÐ spyr løgtingslimir :

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Í løtuni eru bert sjey tinglimir sum enn ikki hava svara spurningunum og í samband við bummgjaldi í undirsjóvartunlunum er tað einans ein lítil partur sum vil varðveita verðandi skipan. Ein meiriluti vil als ikki hava bummgjald meðan fleiri tinglimir sum siga ja til bummgjald halda tó samstundis at skipanin skal broytast til eina meira samhaldsfasta skipan.

Vit vænta at allir tinglimir hava sagt sína støðu í dag …..

Og tá fáa vit eisini at vita hvat tinglimir meina um spurningin hvørt Føroyar framhaldandi skulu verða eitt valdømi.

Eiga at halda fram at krevja tunnilsgjald

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kári P. Højgaard heldur at, enn er so stutt fráliðið og broytingin í vallógini má sleppa at standa sína royndartíð. Tað er burturvið longu nú at tosa um, 

Ferðaseðlakostnaðurin við ferjum skal javnstillast við tunnilsgjøldini

 

Meira demokratiskt við einum valdømi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Edva Jacobsen heldur tað verða rætt at halda fast við eitt valdømi, men skipanin við bummgjaldi skal endurskoðast NORÐLÝSIÐ: Spurningar til løgtingslimir 

Tað eina valdømi hevur givið stórkapitalinum frítt spæl

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Páll á Reynatúgvu sigur at tað eina valdømið hevur fyrst og fremst skapt eitt betri spælipláss hjá stórkapitalinum, og føroyskum strámonnum. Tey 7 valdømini tryggjaðu eina javnari menning 

Føroyar eiga framhaldandi at verða eitt valdømi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Helgi Abrahamsen sigur at alt hatta økið við bumgjøldum, vegskatti og møguliga ferjugjøldum má takast upp í einum samlaðum høpi.  

Tað eina valdømi avtoftar politiska virksemið úti um landi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Jákup Mikkelsen heldur at vit síggja fleiri sera óhepnar avleiðingar longu nú og við tíðini fara vit at síggja eina politiska avtofting úti um landið. Tað ber ikki 

Neyðugt er tí at nýskipa verandi samferðslugjøld

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kristina Háfoss heldur at neyðugt er at nýskipa verandi samferðslugjøld (vegskatt, gjøld hjá SSL, gjøld í undirsjóvartunlum, avgjald á brennievni v.m.), so vit í størri mun lyfta rakstur, 

Eigur at bera til at finna eina betri valskipan

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Gunvør Balle svarar at hon heldur at eitt millumting millum at hava eitt og fleiri valdømir hevði verið skilagott. NORÐLÝSIÐ: Spurningar 

Skipanin vil einum valdømi skal avtakast

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kristin Michelsen, heldur at tað er púra rætt at halda áfram at krevja bummgjald í undirsjóvartunlunum eftir at íløgan er afturgoldin. NORÐLÝSIÐ:  

Peningur hevur við tí eina valdøminum fingið alt ov nógv at siga í valstríðnum

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Sirið Stenberg heldur at vit eiga at hava eina skipan, sum tryggjar øllum økjum í landinum umboðan. Peningur hevur fingið alt ov nógv at siga í valstríðum, og 

Hoyrdi ikki spurningin, men svarið er noy !

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Hoyrdi ikki spurningin, men svarið er noy ! Soleiðis er ein kendur klaksvíkingur endurgivin fyri at svara øllum spurningum, ið hann fekk, uttan mun til, hvat ið teir