Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingslimur kært Dimmalætting til Fjølmiðlakærunevndina

John William Joensen

Nógv umrødda málið tá løgtingslimur sunnukvøldið gjørdist ov seinur til flogfar hjá Atlantic Airways, og síðani rýmdi úr flogfarinum eftir happing frá ferðafólkum og manning, far nú eina nýggja vend.

Kærur til Fjølmiðlakærunevndina
Við pástandi um at blaðstjórin á Dimmalætting lýgur, tá sagt verður at blaðið hevði roynt at fingið fatur á løgtingsliminum til viðmerkingar og fyri at hava brúk dulnevndar keldur fyri at fáa eina gølu burtur úr tilburðinum, kærir John Johannesen nú Dimmalætting til Fjølmiðlakærunevndina.

Í svarskrivið frá nevndini sum Norðlýsið hevur fingið innliti í stendur at nevndin sær seg ikki føran fyri at viðgera málið fyrr enn í August mánaða.

– Mannagongdin er, at kæran fyrst skal sendast til Dimmalætting, sum fær 14 dagar at gera viðmerkingar.
Møguligar viðmerkingar frá Dimmalætting, verða síðani sendar tygum til kunningar og viðmerkingar eisini við 14 daga freist.

Skrivar nevndin sum undirstrikar at ongin fundur er ásettur og sera trupult er at samla fólk í summarfrí.

Hetta góðtekur løgtingslimurin ikki og skrivar í svarið til kærunevndina at málið ikki skal sleppa at doyggja nakran summarferiudeyða.

– Málið verður hervið kært í sambandi við generellu reglurnar um góðan fjølmiðlasið og so rokni eg við, at kæran verður tikin í álvara og viðgjørd eftir vanligum freistum.

Fjølmiðlanevndin váttar síðani at kæran er móttikin og send til ummælis hjá Dimmalætting í morgin (í dag).

Eisini fer nevndin skjótast tilber at viðgera kæruna.