Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingslimur stillar upp til býráðsvalið í Klaksvík

John William Joensen

Norðoyatingmaðurin, Jákup Mikkelsen, hevur gjørt av at stillað upp til býráðsvalið í november.

Leygarkvøldið hevði Norðoya Fólaflokksfelag 2. upptillingarfund, og tá var greitt at Jákup Mikkelsen stillar upp til býráði.
Jákup Mikkelsen, sum í løtuni er á veg til New York, har hann skal umboða løgtingið í donsku sendinevndini, segði í stuttari viðmerking, at flokkurin hevði heitt á seg at stilla upp til býráði, og hann hevði tikið av tilboðnum.