Sum støðan er í løtuni verða løgtingsnevndirnar ikki valdar av nýggjum – og óivað verður samgongan noydd til at góðtaka ávís politisk mál
Tað er eitt sindur óvist hvat hendur í skotum – millum stólarekkjur og í trappu uppgongdum í tinghúsinum í morgun, men tað er nærliggjandi at meiriluti ikki er fyri at velja tingnevndirnar av nýggjum.
Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum verða teir tríggir; Heini, Páll og Gerhard verri stillaðir enn teir eru í dag og tí man hugurin hjá teimum at stuðla hesum – liggja á einum ógvuliga lítlum staði.
Hinvegin er samgongan noydd at fáa stuðul frá HPG trioini um tingnevndirnar skulu skipast av nýggjum og tí verður samgongan noydd at krúpa til krossin og geva einum ella tveimum av trioini tað, sum ynskt verður.
Teir tríggir hava eisini tann trupuleika at tey hjaramál sum teir hava ikki hava rúmd í verandi samgongu – og tí er ikki óhugsandi at teir tríggir í hvør sínum lagið – hava ávís politisk krøv til samgonguna – fyri at stuðla ætlaðu umskipanini av nevndunum.
Meria um hetta seinri.




