Sum kunngjørt av Løgmanni verður løgtingstingsval leygardagin 19. januar 2008.
Valt verður á hesum valstøðum:
KÍ-høllin í Klaksvík
(Klaksvík, Ánir og Norðoyri)
Skúlin í Árnafirði
(bygdin Árnafjørður)
Skúlin í Mikladali
(bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)
Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 10.00 og 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf 41 00 00, inntil hósdagin 17. januar 2008 kl. 16.00.
Sjómenn og onnur, ið ikki verða heima á valdegnum, kunnu venda sær til Miðlan, inntil fríggjadagin 18. januar 2008 kl. 16.00.
Samstundis verður sagt frá, at valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 41 00 00.
Klaksvíkar Býráð
8. januar 2008




