Norðlýsið skipar fyri politiskum kjakfundi í Miðhøllini á Skúlatrøð um fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni
Norðlýsið skipar fyri politiskum kjakfundi í Miðhøllini á Skúlatrøð um fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni
Nógvur orðadráttur og heitt kjak hevur staðist av ætlanunum hjá samgonguni at nýskipa fiskivinnuna. Á tíðindafundi mánadagin hoyrdu vit teir tríggjar floksformennirnar í samgonguni Aksel V. Johannsen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen leggja fiskivinnunýskipanaruppskoti fram.
Fiskivinnan hevur stóran týdning fyri Klaksvík og Norðoyggjar og tískil er áhugavert hvat tinglimirnir, sum búgva her halda um ætlaðu broytingarnar.
Norðlýsið ynskir at stuðla undir fólkaræðisligum tilgongdum og vónar at síggja nógv fólk til kjakfundin.
Norðlýsið skipar í hesum sambandi fyri politiskum kjakfundi í Miðhøllini á Skúlatrøð hóskvøldi 16. mars kl 19.00, har lokalu tinglimirnir geva teirra hugsan til kennar. Orðstýrari verður Helgi Abrahamsen.
Nærri kunning um tiltaki seinni.




