Í morgin 4. Oktober fyllir kendur klaksvíkingur 100 ár. Hann bleiv kendur fyri at hava eitt heilt serligt orðaval og ein tann kendasta útsøgnin kom undir oljukreppuni í 70 unum, tá prísurin á olju hækkaði nógv tí arabisku londini avmarkaðu útboðið. ”Arabara eru nakrir forb……. Jødar!” skal hann m.a. hava sagt.
Í morgin 4. Oktober fyllir kendur klaksvíkingur 100 ár. Hann bleiv kendur fyri at hava eitt heilt serligt orðaval og ein tann kendasta útsøgnin kom undir oljukreppuni í 70 unum, tá prísurin á olju hækkaði nógv tí arabisku londini avmarkaðu útboðið. ”Arabara eru nakrir forb……. Jødar!” skal hann m.a. hava sagt.
Í 2. Bindi av bókini ”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” hugleiður rithøvundurin, Árni Dahl, soleiðis um mannin sum fyllir runt tann 4. Oktober:
…Uppi á Heygum lást tú smádrongur í seingini eftir rusutan dag í skúla, í lysti og leiki, og inn í svøvnin fylgdu tær køllusløgini úr skúlagarðinum, har teir tilkomnu hugnaðu sær. Sunnudagar seinrapart, tá ið fótbóltur ikki var á skránni, plagdi tú at vitja oman í skúlagarðin, har tú gáaði um, hvussu menn tóku til, tá dagsins spurningar vórðu vendir og snaraðir. Úr rúgvuni av leikarum minnist tú millum aðrar Hans úr Miðvági, lærararnar Sámal Petersen og Hans David Petersen, brøðurnar Henry, John Reid og Franklin Ziska, Andrias á Eiðinum, brøðurnar Pól og Jógvan Martin úr Niðrustovu í Gerðum, Óla hjá Mortani og Anton Kruse, ið var ættaður av Eiði.
Fyri krokkspælinum var hin braneyggjaði Jóhan Húshamar oddamaður, merktur av einum longum lívi sum happað barn og happaður unglingi. Burturav tann besti leikarin, tá ið góða lagi var á honum. Seinni sum vaksin varnaðist tú eitt viðkvæmt lyndi í hesum manni, sum møtti øllum við illgruna – hvat skuldi hann annað? – og tá ið hann varnaðist, at tú ikki nærkaðist honum í argingarørindum, sást tú lætta og tokka í eygnabránum……..
Heygabúðin og Jóhann Húshamar (sáli) fylla sama dag og av tí at kenda býarmyndin var dagligur gestur í Heygabúðini hjá Jógvan Højbro hátíðarheldur Heygabúðin 100 ára dagin og 31 ára dagin við nøkrum heilt serligum tilboðum. Vit kunnu leggja afturat at teir vóru skilmenn báðir – Jógvan Højbro var pápabeiggi Húshamar.




