Hann spældi í 17 av landskappingardystunum í ár.
Óli Ey. Poulsen hevur síðani 2018 verið patur av besta mansliðnum hjá KÍ við undantaki av 2020, tá hann var skaddur. Skaðar hava tó darvað honum nógv. Í ár hevur hann verið meira tøkur og tilsamans var hann á vøllinum í 17 av landskappingardystunum hjá KÍ harav tríggjar frá byrjan.
Men nú er greitt, at 22 ára gamli Óli verður ikki partur av besta mansliðnum hjá KÍ í 2024. Hann váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur tikið hesa avgerð. Óli veit ikki, um hann verður at síggja á næstbesta liðnum hjá KÍ ella um hann verður at síggja í Betri Deildini fyri annað felag í 2024.


