Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løkke biður um umbering

Danial Viðoy

Í dag hevur Lars Løkke Rasmussen lagt skjølini fram, sum danskarar hava bíðað eftir í tvær vikur. M.a. kemur fram, at Løkke hevur goldið dóttur síni ein dýran ferðaseðil úr Amerika til Danmarkar fyri skattakrónur. – Løkke biður um umbering og sigur seg harma støðuna almikið.

Í dag hevur Lars Løkke Rasmussen lagt skjølini fram, sum danskarar hava bíðað eftir í tvær vikur. M.a. kemur fram, at Løkke hevur goldið dóttur síni ein dýran ferðaseðil úr Amerika til Danmarkar fyri skattakrónur. – Løkke biður um umbering og sigur seg harma støðuna almikið.

Keypmannahavn, Danmark: Í løtuni er tíðindafundur í sambandi marglætisferðirnar hjá Lars Løkke Rasmussen. Ferðirnar eru gjørdar í sambandi við klima-felagsskapin GGGI. – Donsku miðlarnir eru fjølmentir.

Nú eru loyniligi skjølini kunngjørd. Longu áðrenn skjølini vórðu kunngjørd, vóru gitingar um, at Løkke hevði goldið dóttirini ein dýran ferðaseðil uttan at fara í egnan lumma eftir peningi. Hesi tíðindi eru nú váttað við skjølunum, ið eru komin í ljósmála. – Løkke sigur hetta verða eina innanhýsis missskiljing, tí ætlanin var at sjálv familjan skuldi rinda hesa ferðina.

Dótturin slapp at flúgva heim úr Amerika við pápa sínum í einum av førunum, uttan at hon ella pápin rindaðu nakað.

Viðurkennir mistøkini

Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann hevur ferðast ov nógv, men ikki ov nógv. Men hann viðurkennir eisini, at hann hevur ferðast ov dýrt. Av teimum fimtan ferðunum, ferðaðist hann trettan ferðir í fyrsta klassa.

Hetta er fyrstu ferð síðani kritikkurin byrjaði at larma í donsku miðlunum, at Løkke viðurkennir mistakið og at hann fyriheldur seg til kritikkin.

Løkke er eyðmjúkur og orðar seg soleiðis:

Lars Løkke Rasmussen sigur m.a. á tíðindafundinum:

– Eg havi ferðast nógv, men ikki ov nógv. Hetta hava verið neyðugar ferðir. Men jú ferðirnar hava verið alt ov dýrar.

– Eg eri harmur um støðuna og biði orsaka bæði sum formaður fyri GGGI og sum pápi. Eg skal vissa tykkum um, at tað verður rætta upp á hetta stóra mistakið.

– Eg kann gera eina roynd at biðja um umbering fyri tað heila. Eg kundi biði orsaka fyri at tað, sum eg havi gjørt, er ein asiatiskur siður ella siðvenja, at tað er deiligt at vera úthvíldur, tá ið man skal fundast. Men tað er ein ússalig umbering.

Góð millión til luksus-ferðaseðlar

Lars Løkke hevur brúkt góða millión til tær fimtan ferðirnar í sambandi við fundarvirksemi hjá GGGI. Allarflestu krónurnar – áleið 770.000 krónur – eru brúkar upp á dýrar flogferðaseðlar á fyrsta klassa, ið kunnu innihalda egna song og luksusviðgerðir sum massagu o.tl.

FRÍGGJADAGIN SKRIVAÐI NORÐLÝSIÐ SOLEIÐIS UM LARS LØKKE RASMUSSEN