Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loksins er farleiðin til Viðareiðis byrja

Eyðgunn Samuelsen

Mánadagurin var ein stórur dagur fyri tey ið búgva á Viðareiði, tey ið javnan nýta hesa farleið og okkum øll í Norðoyggjum. Langt um longi er hol sett á farleiðina til Viðareiðis. Vit vita øll, at verandi farleið, við verandi vegi ikki er trygg nokk, tað hevur javnan rullu grót av vegnum og fleiri hava uppliva skriðulop, tíbetur uttan at mannskaði er hendur. Við nýggju farleiðini verður hesin vandin ikki til longur.

Hoyrdi onkran av íbúgvunum har norðanfyri siga, at ikki fyrr enn nú, spakin var settur í, trúðu tey uppá at Viðareiðistunnilin verður veruleiki. Skilji væl, at fólk vilja síggja verkætlanina fara í gongd fyrr enn tey trúgva uppá tað. Tí talan er um eina verkætlan, sum hevur møtt eitt sindur av mótstøðu, og tað hevur tikið tíð at koma hertil.

Tað er ikki langt síðan at kjakast var um, enn einaferð, um tað ikki var gott nokk, at tryggja vegin, heldur enn at gera ein tunnil. Nú er tíbetur liðugt tosað og tryggasta loysnin, er nú endalig, og kann, um alt gongur eftir ætlan, takast í nýtslu í fyrsta ársfjóðringi 2017.

Hóast tað hevur verið drúgt at bíða, kunnu vit nú øll fegnast um, at tað loysti seg at stríðast og at standa saman í løgtinginum, nú vit skjótt fara at síggja ljós, við endan á tunlinum.

Eyðgunn Samuelsen

Løgtingskvinna