Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loksins kom hon – loftbrúgvin

Helena Dam á Neystabø

Í øllumorðaskifti um mentanarpolitikk og mentanarálitum hevur tað verið ein afturvendandi staðfesting, at farleiðin úr Føroyum og út í heim er ein trupulleiki, umtónleikarum og listafólki skal vera lív lagað sum útinnandi listafólk. Tað er snøgt sagt dýrt at umboða Føroyar uttanlands og at búgva í Føroyum.

Í øllumorðaskifti um mentanarpolitikk og mentanarálitum hevur tað verið ein afturvendandi staðfesting, at farleiðin úr Føroyum og út í heim er ein trupulleiki, umtónleikarum og listafólki skal vera lív lagað sum útinnandi listafólk. Tað er snøgt sagt dýrt at umboða Føroyar uttanlands og at búgva í Føroyum.

Nógvar ymiskar skipanir hava verið skotnar upp. Men ongantíð hevur tað eydnast at finnasemju og fígging. Eg havi nú sitið smá tvey ár sum forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Kommunu, og eg haldi at vit skulu fegnast saman viðhinum stigtakarum: Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum og Atlantic Airways, at ein royndarskipan við loftbrúgv úr Føroyum nú verður sett í verk. Ein royndarskipan sum kann tryggja listafólki ein rímiligan ferðaseðlaprís við flogfari úr Føroyum. Í øllum førum nakrar ferðir um árið.

Eg eri ómetaliga spent at vita, hvussu hetta fer at roynast, og at eftirmeta skipanina um eitt ár. Og vóni at enn fleiri íleggjarar fara at verða við í framtíðini.

Í grundini hevði tað uttan iva minkað munandi um fólkafráflyting úr Føroyum, um ferðaseðlaprísirnir lækkaðu generelt.

Mentanarpolitikkur sum munar í Tórshavnar Kommunu

Tað verður rikin ein virkin mentanarpolitikkur í TórshavnarKommunu, har vit á hvørjum ári játta rættiliga góðan stuðul til útinnandi listafólk, tónleikarar, mentafólk og til ítróttin.

Á fíggjarætlanini fyri 2015 hava vit játtað kr. 6.565.000 til sjónleik, tónleik, myndlist, filmslist, mentan, bókmentir og ítrótt. Í 2014 tilomanfyri 150 ymiskar verkætlanir, sum hvør á sín hátt hava lagt afturat samlaða lista- og mentanarvarða okkara.

Nógvar umsóknir um ferðastuðul

Ein afturvendandi táttur í umsóknunum um stuðul til mentan og list, er umsókn um stuðul til ferðaútreiðslur.

Nú hevur Mentanarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu avgjørt at játta 250.000 kr sum sítt íkast til ferðabrúnna. Í Norðurlandahúsinum kl. 16 í dag verður tað avdúkað, hvussu skipanin ítøkiliga fer at virka. og vónandi er hetta spírin til enn meira samstarv, har aðrar kommunur, stjórnaráð og stuðlar annars koma aftrat skipanini við loftbrúnni.

Henda avgerð hjá Mentanarnevndini tryggjar, at meira fæst fyri ferðastuðulin, sum Tórshavnar Kommuna játtar, og hetta tiltak ger eisini, at vit hereftirkunnu leggja uppaftur meira orku í ein miðvísan mentanarpolitikk, har lista- og mentanarstuðulin ger so stóra nyttu sum møguligt.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs.

Harleyfacadeacryl