Norðanfyri Vestmanna er eitt sera náttúruvakurt umhvørvi og har eru eisini tær gomlu demningarnar hjá SEV.
Aling er og hevur verið á vøtnunum har og helst tí eru sera nógv síl at fáa.
Bóndin, Heini á Heygum, hevur skipa so fyri, at ein nú sleppur at fiska á vøtnunum ímóti gjaldi.
Eg og Ásmundur bróður royndu hetta nú um dagarnar og tað var ein stuttligur og áhugaverdur túrur.
Vit koyrdu við bilið niðan til fremra vatnið og gjørdu síðani av at ganga heilt inn í botnin á handara vatninum, tí tað vanliga er jú, "at um verri er at koma til, tess betur (?)".
Og tað var beinanvegin vit fingu. Vit vóru ikki so drúgvir, men 16 stór síl bleiv tað til. Nakrir stórir ælabogar, nakrar bleikjur og so nøkur vanlig síl.
Staðið her er heiltvíst ideelt til ein familjutúr, tí her kann sigast at vera trygd fyri fongi. Tær nýtist ikki at hava húkin, pilkin ella fluguna leingið úti í til tú hevur fong.
Staðið er so absolutt vælegnað um tú hevur hug at lata børnini royna seg við tráðuni.
Camping
Bóndin hevur eisini skipa so fyri, at til ber at gista her. Spildurnýggir kampingvognar eru settir á økið frammi við Lómundaroyruna og her bjóðar bóndin fram gisting, fisking, ríði- og gongutúrar, so hevur tú hug til meira fríluftsaktivitetir enn bara at fiska, so er her lag á manni at vitja.
Nærri fæst at vita á www.fiskogfritid.com, ella at ringja til bóndan á tlf. 424001 ella 289001.




